kunningarskriv augustVit byrja aftur 17. August kl. 11 :) Vit møta øll í Snjallabjallu.
Tit í 1. Flokki koma at heilsa uppá saman vid foreldrum/avvarandi, tá tit eru lidug í skùlanum. Mynd verdur tikin til myndakortid. Høvi verdur at heilsa uppá starvsfólkini og tit foreldur, id ikki hava fingid kunningarskriv og gjaldsavtalu at undirskriva, fáa hetta ùtflyggja. Tysdagin byrja børnini sum vanligt og heinta vit børnini í skùlanum og fylgja teimum yvir í Snjallabjallu. Nærri kunning um Badmintonhøllina og virksemi har, verdur løgd ùt á heimasíduna fyrst í vikuni. Vit gleda okkum at síggja tykkum øll :) kunningarskriv juliTil og við 17. juli hava vit opið hvønn gerandisdag frá kl. 8 til kl. 17.
Tit nýtast ikki at siga frá um barn tykkara kemur ella hevur frí. Tó vænta vit, at um barnið kemur, so er tað áðrenn klokkan 12. Hetta er tí vit ofta fara út út húsinum. Men trupuleikin er ikki størri enn so, at til ber at ringja á telefon 258358 ella 285088 :) Gloymd klæðir liggja frammi inni í café´ini fram til 15. juli. Vinarligast komið og hyggið um tit eiga nakað av tí. Eftir hetta lata við klæðini til vælgerandi endamál. Kunningarskriv juniSkótahúsið er farið í summarferiu og verða vit øll uppi í Snjallabjallu fram til vit stongja.
Freistin at søkja um fíggjarligt frípláss til komandi ár, er 1. juli. Fríggjadagar í juni: 5. juni: er Grundlógardagur og hava vit stongt 12. juni: Stóri ítrottardagurin fyri frítíðarskúlar í Eysturoynni og Norðoyggjum. 19. juni: Børnini sum ganga í 2. flokki og hava pláss í Snjallabjallu, sova í Snjallabjallu. 2. floks børn, sum hava pláss í Snjallabjallu, hava fingið innbjóðing. Leinkja til innbjóðing liggur á framsíðuni :) 26. juni: Foreldrakaffi. Ítrottardagurin 2015 Í ár verður ítrottardagurin í Runavík. Dagurin er skipaður soleiðis, at byrja verður við innmarchi kl. 10. Tá marchera øll børnini frá teimum ymisku frítíðarskúlunum inn á vøllin. Síðani verður bjóða vælkomin og skipa verður fyri einari stuttligari felags upphiting. Vit fara úr Klaksvík fríggjamorgunin 12. juni kl. 9 við Askham bussum. Vinarligast møtið uttanfyri Snjallabjallu í seinasta lagi kl. 8.50. Kl. 10.30 byrja aktivitetirnir og koyra vit á til kl. 15. Matarsteðgur verður sjálvandi eisini. Aktivitetirnir verða Postarenning, Boccia, Rennikapping, Posarenning, Togtogan og Fótbóltur. Tveir aktivitetir koyra samstundis, so børnini velja seg inn á 3 ymiskar aktivitetir. Hetta verður gjørt frammanundan. Dagurin endar við at øll fáa heiðursmerki og okkurt undirhald verður eisini. Vit koyra úr Runavík aftur umleið kl. 15 og verða aftur í Klaksvík umleið kl. 15.30. Vit hava biðið um frí frá skúlanum hendan dagin, so tað skulu tit ikki hugsa um. At minnast til: Vera ílatin eftir veðrinum. Góðan matpakka Skiftiklæðir um neyðugt Gloymd klæðir verða løgd á hyllina uppi í gongini uttanfyri køkin. VInarligast hyggið um tað er nakað barn tykkara eigur. Klæðini verða liggjandi til summarfrítíðina. Eftir hetta lata vit klæðini til vælgerandi endamál. |
KUNNINGARSKRIV Mai
Vit eru sera errin av at hava fingið heimasíðu. Framyvir verður øll kunning umframt myndir, hvat vit gera og so framvegis, løgd út á heimasíðuna. Verið vælkomin at fara á kanninagerferð. Fríggjadagar í mai: Fyrireiking til ítrottardagin sum verður 12. Juni 1. Mai er Dýri Biðidagur og hava vit stongt 14. Mai er Kristi Himmalferðardagur og hava vit stongt 25. Mai er 2. Hvítusunnudagur og hava vit stongt Vika 22 er "Útivika" og verður hetta frá 25. Til 29. Mai. Hetta fer at seta dám á Snjallabjallu og fara vit at vera so nógv úti sum gjørligt. Martha er farin í farloyvi og í hennara stað er Joan Kjærbo komin. Tey kontaktbørn sum Martha hevði, hevur Hervør nú. Tey kontakt sum Sigga hevur havt, hevur Henny nú. Fríggjadagin 29. Mai er foreldrakaffi. KUNNINGARSKRIV apríl
Fríggjadagar í apríl 10 apríl: Kunstterapi v/Vivian Sjóklett 17 apríl: Kappingar 24 apríl: Vit grilla Hósdagin 30. apríl hava við ráðleggingardag og tá er Snjallabjalla stongd. 1. mars byrjaði Rólant Reginsson Biskopstø í Snjallabjallu. Hann kemur at starvast hjá okkum til summar. Vit ynskja Rólanti hjartaliga vælkomnum, og gleða okkum at læra hann at kenna. 31. mars var seinasti arbeiðsdagur hjá Joan. Vit hava verið sera glað fyri at hava havt hana her hjá okkum í ½ ár og vit fara at sakna hana. Vit ynskja Joan alt tað besta í frammtíðini og takka mangar ferðir fyri hennara íkast í Snjallabjallu. 1. apríl byrjar Beinta aftur. Steðgurin hjá henni verður tó stuttur, tí hon ferð í barsil aftur í juli ☺ Hesa tíðina fara vit at ætlannarleggja skúlaárið 2015/2016. |
Kaffi & te
Kaffi og te stendur altíð á borðinum í gongini uppi á, tit eru hjartaliga vælkomin at steðga á eina løtu ☺
|
Í Snjallabjallu gera vit alt møguligt saman við børnunum