So settu vit longu hol á 2. mánað í árinum, og er planurin at fylla hann við fjølbroyttum aktivitetum... til baði børn og vaksin ;) Tá ein hevur tað stuttligt, flýgur tíðin avstað :D
So fór vika 8, saman við februar mánað, afturum. Hesa vikuna hava verkstøðini staðið at bresta av uppfinnsomum børnum og vaksnum, og so hava vit sjálvandi eisini hugna okkum í deiliga kavanum, ið tíbetur fekk frið at ligga í nakrar dagar :D
Myndir frá viku 7. Vikan hevur verið merkt av 'Torradøgum', og av somu grund hevur café'in bjóða ymsikar lekkrar fiskarættir, breyð við fiskaviðskera og ikki at gloyma frugt, mynda sum fiskar :) Eisini hava øll verkstøðini verið í fult sving, so alt í alt hevur hetta verið ein avbera góð vika :)
Myndir frá viku 6. Vit hava stuttleika okkum óført, og sum prikkurin yvir 'i', vóru vit til ein sera stuttligan leik; "Van Der Graff" fríggjadagin, har Jákup Veyhe, Jensina Olsen, Herfinnur Árnafjall og Kim Hansen framførdu :D
Í viku 5 hava vit gjørt mangt og hvat, og hevur hendan vikan verið serliga merkt av tunnusláttri, føstulávintsbollum, anlitsmáling og øðrum góðum ;)