VERKSTØÐÍ Snjallabjalla arbeiða vit í verkstøðum.
Seym/Svans Í Ítrivsverkstaðnum kunnu vit perla, klippa, líma, mála, gera oyralokkar, hálsprýði og mangt mangt annað. Ofta koma børnini við einum hugskoti og so fara vit í gongd. Tvey starvsfólk eru í ítriv og tað ger, at fleiri aktivitetir eru í gongd samstundis. Her menna vit okkara fínmotorik, tað kreativa, tað sosiala og vit læra at hjálpa hvørjum øðrum. Kaféin í Snjallubjallu og GarðaLisu Í hesum verkstaði er tað bert hugflogið, ið setur mørk. Børnini hava dagliga møguleika at tekna, lita, spæla borðspøl, lego, playmo, bilar, krígsmenn o.a. Hetta verkstaðið skapar eisini karmar um ymiskar námsfrøðiligar verkætlanir, ið tann vaksni ið er tengdur at verkstaðnum, skipar fyri, so sum at seta fokus á happing, vinarbond, grov- og fínrørslur og mangt annað. Kaféin er í ein vissan mun eisini tengd at køkinum, í og við at maturin ið verður tilgjørdur í køkinum, verður serveraður í Kaféini. Hendan løtan tá kaféin er opin, fyllist rúmið av børnum og vaksnum, ið nú kunnu hugna sær og práta saman ímeðan tey eta. Køk Í køkinum gera vit miðmála. Børnini skriva seg upp til at arbeiða í køkinum. Tað er pláss fyri áleið 4 børnum at arbeiða í køkinum í senn. Børnini læra at matgera, um reinføri og at taka upp eftir sær. Tá ið miðmálin er klárur, setast børnini niður í cafe'ini og tey, sum arbeiða í køk servera tað tey hava gjørt. Smíð Í Smíð verkstaðnum er pláss fyri sera nógvum børnum hvørja ferð. Vit smíða, telgja, líma, bora, ja bert hugflogið kann avmarka ein. Í Smíð royna vit at gera tað sum børnini eru upptikin av. Úti Eitt verkstað eitur Úti. Tann vaksni ið er úti, ger túrar, ið børnini ynskja, Tað kann t.d. vera at vitja ein annan dagstovn, vitja arbeiðsplássi hjá mammu/babba, fara at fiska, svimja, fara oman í borðoyavík, ja hvat sum helst. Vit hava tað mottoði, at alt ber til, so leingi tað er trygt. Tann vaksni gongur eisini runt uttanfyri og heldur eyga við at alt gongur sum tað skal. Sansa Í sansarúminum hava vit ymiskar aktivitetir. Hetta er eitt rúm, har børnini frítt kunnu spæla. They kunnu t.d. bjóða teirra vinum inn við. Hetta gevur teimum møguleikan at sleppa at spæla einsamøll, tí tað er ofta nógvur gangur í Snjallubjallu og í sansarúminum kunnu tey spæla í frið. Rúmið verður eisini brúkt til ymiskar planlagdar aktivitetir, sum t.d. hvílitíma, har ein vaksin fer inn við nøkrum børnum og lesur eina søgu, lurtar eftir avslappandi tónleiki ella tosar um eitt ávíst evni. Hetta er eisini eftir tørvinum hjá barninum. Til tíðir er eisini nógvur gangur í rúminum, t.d. tá vit dansa, lurta eftir tónleiki ella kombinera bæði tvey við Just Dance. Tá er hetta rúmið í húsinum, sum samlar nógv børn. Tey hoppa, dansa, syngja, renna, rokast og sveittin kemur ofta fram. Eisini hava vit møguleika at hava biograf inni í sansarúminum. Tað hava vit onkuntíð, tá veðri er keðiligt, onkur nýggjur filmur er komin út, eitt barn hevur hug til at síggja onkran ávísan film ella at vit forkela børnini við film og popkorn. Sum nevnt omanfyri, so er sansarúmið, eitt rúm har nógv ymiskt hendir, tí er hetta rúmið ein stór gleði fyri bæði børn og vaksin í Snjallubjallu. Dukkukrókurin Hetta er minsta rúmið í húsinum, eftir wc'ini ;) Í hesum rúminum er dukkuhús, smáar og stórar dukkur og eitt handilsskapilsi, ið børnunum dámar sera væl. Peningakassin verður dúliga brúktur, og eri børnini ófør at gera pening og handilsvøru úr pappíri og klistri. Skákið Skákið er okkara serstova og vit eru í hølunum hjá Klaksvíkar Talvfelag á Gerðagøtu. Her eru tvey starvsfólk tilknýtt og skipa tey gerandisdagin saman við børnunum, sum ganga har. GarðaLisa GarðaLisa er okkara nýggju hølir, beint hinumegin spæliøkið, í gomlu framhaldsdeildini á Ziskatrøð. Vit eru so heppin at vit hava fingið trý stór og góð hølir, umframt eitt minni høli og so trý smá rúm. Her hava vit eisini verkstøð, so tá børnini er har, so sleppa tey at royna onnur verkstøð enn tá tey eru í Snjallubjallu. Tað tekur tíð at byggja nýggja virksemi upp, so vit tilpassa virksemið so líðandi. Tað týdningarmikla er, at fjølbroytt, stuttligt og mennandi. Drama/tónleikarúm: Her sleppa børnini at breiða seg út og traðka inn í aðrar leiklutir enn tey vanliga gera. Vit hava ein pall, klæðir, tilhoyr og sminku, sum børnini kunnu brúka og spæla við. Eisini hava vit mikrofon og sanganlegg, trummur og onnur smá ljóðføri, sum børnini kunnu brúka. Hurlumhey: Er okkara spælirúm, har vit hava borðtennis, Bobspøl og borðfótbólt. Vit arbeiða tó í løtuni at skapa okkurt annað harinni, tí rúmið er stórt. Úti: Kunning kemur........ Gongirnar: Kunning kemur........ |
Feriudagar skúlaárið 2022/2023Heystfrítíð: Leyg. 8. okt - sun. 16. okt Jólafrítíð: Hós. 22. des - Mán 2. jan Føstufrí: Mán. 20. feb og týs. 21. feb Páskafrítíð: Leyg. 1. apríl - mán. 10. apríl Flaggdagur: Mán. 25. apríl Dýri biðidagur: Fríggjad. 5. mai Kristi himmalfarðardagur: Hós. 18. mai Hvítusunnufrítíð: leyg. 27. mai - mán. 29. mai Summarfrítíð: Mik. 21 juni - týs. 15 august Allir nevndu dagar íroknaðir. SiðvenjirFøðingardagur
19 septembur hava vit føðingardag. Vit bjóða bollar og kakao. Jól Jólamánaðurin er altíð nakað serligt í Snjallabjallu. Vit spæla sjónleik, syngja, spæla ljóðføri og bjóða kaffi og smákøkur GallaDisko Hálvan februar hava vit GallaDisko fyri 2.floks børnunum Føstalávint Fríggjadagin áðrenn føstalávint sláa vit tunnu. Børnini blíva málaði og í kaféini fáa vit føstalávintsbollar til miðmála Summarútferð Vit fara summarútferð einaferð um árið. Hetta plagar at vera í Mai/Juni. Hetta er fyri tey børn, ið enn hava pláss í Snjallubjallu, tvs. ikki eru úrmeldað frammanundan.Fyrr plagdu vit at kalla hendan dagin fyri ítrottardagur, men innihaldi er meira og breiðari enn ítrottur, hava vit broytt tað til at vera ein summarútferðardagur. Avslutningur Í juni hava vit ein serligan dag fyri 2.floks børnunum, har tey eisini yvirnátta í Snjallabjallu. Hetta er fyri tey børn, ið hava pláss í Snjallubjallu, tvs. ikki eru úrmeldað frammanundan. Morgunin eftir er morgunmatur, har foreldur/avvarandi eisini eru boðin við Summarferia Tá børnini fáa summarfrítíð frá skúlanum, hava vit opið í góðar 3 vikur aftaná. Um barnið kemur jhetta tíðarskeiði, er neyðugt við tilmelding. Hetta gera vit vanliga um várið og senda vit kunning út um hetta í góðari tíð. |
Í Snjallabjallu gera vit alt møguligt saman við børnunum