Snjallabjalla
  • Heim
  • Nýtt
  • Uppslagstalvan
  • Gerandisdagur
    • kunningarskriv
  • Um okkum
    • Starvsfólk
    • Námsfrøði
    • Leys størv
    • Búmerkið
  • Samband
  • Myndasavn

Kunningarskriv


Kunningarskriv januar 2021

Gott nýggjár og takk fyri brátt farna. Vit eru komin væl inn í Januar og hava millum annað notið góða veðrið, sum hevur verið. Vit hava sletað og verið úti og spælt. Eisini hava vit hugna okkum inni og gjørt ymiskt handaligt, spælt spæl, rokast o.s.fr. Tað er deiligt, at tað longu merkist, at dagurin verður ljósari og her hjálpir kavin eisini væl til. Tá børnini byrjaðu aftur 5. Januar samlaðu starvsfólkini síni kontaktbørn og tosaðu við tey um, hvussu tað nú var vit gera og uppføra okkum í Snjallubjallu. Eisini tosaðu tey um vinarbond, at vera góð við hvønn
annan og annað tílíkt. Vikan endaði við spurnarkapping, har børnini fingu spurningar, sum handlaðu um nettupp hesu evni.
Seinast í hesum mánaðanum fara vit í gongd við trivnaðarsamrøðurnar við børnini, sum eru byjað síðani August. Tit fáa nærri kunning um hetta. Lesi meira um trivnaðarsamrøður inni her á okkara heimasíðu.
​
Sára Jacobsen, námsfrøðingur, sum hevur verið í barnsburðarfarloyvi ,er byrjað aftur :)

Fríggjadagar (ein hósdag) í Januar eru hesir felagsaktivitetir á skrá:
​
Fríggjadagin 8. Januar: Spurnarkapping.
Fríggjadagin 15. Januar: Kondibingo, sum endar úti í Grøv, har vit fáa bollar og kakao. Vit krossa fingrar fyri góðum veðri.
Hósdagin 21. Januar: Vit fara í fimleikarhøllina at spæla sjórænarar.
Fríggjadagin 29. Januar: Biografur.

Gevi gætur!!! Kunning til børnini í 2. flokki. Vit vita, at tá man gongur í 2. flokki, so er ikki long tíð eftir í frítíðarskúlanum.  Vit ynskja at børnini tíma at vera her so leingi sum møguligt, og tí royna vit eisini at gera okkurt serligt, áðrenn tey verða liðug her. Seinast í februar verður  Galladisko. Tá sleppa børnini í 2. flokkunum til eitt ordiliga stuttligt hugnakvøld við tónleiki, spølum, dansi, reyðum leypara og góðum ábiti. Vit ætla eisini at gera serligar túrar saman við børnunum og vit taka fegin ímóti hugskotum. Í Maj verður ítrottardagur og 11. juni verður stóri avslutningurin, har vit altíð gera nógv burturúr. 

kunningarskriv december 2020


So bleiv 1. December og árið er farið at halla. Tað merkir eisini, at jólini nærkast av álvara og tað kemur til sjóndar í Snjallubjallu, GarðaLisu og Skákinum. Vit hava pyntað og tað mesta av tí vit gera fram til jóla, er eisini tengt at høgtíðini, sum stendur fyri framman. Men vit ynskja eisini, at tað skal vera so avslappað og róligt sum gjørligt, tí tað er jú so nógv res og tey flestu hava nógv um at vera allan December. Vit vóna at gerandisdagurin kann vera so lítið órógvaður sum gjørligt og at børnini sleppa bara at vera, hóast vit eisini eru rættiliga jólalig. 


Fyrstu vikuna í December gera vit jóladekoratiónir, har øll børnini fáa møguleika at gera eina dekoratión, um tey ynskja tað. Ta vikuna verða nøkur rúm brúkt til dekoratiónsverkstað. Í viku 50 gera vit jólaklipp, jólagávur og ymist annað jólaligt. Børnini kunnu eisini velja at gera alt tað vanliga, tey plaga at gera í hinum verkstøðunum.

Vit hava sum vant sett okkurt á skrá til fríggjadagarnar í December,
Fríggjadagin 4. Dec: Jólabakarí- Cafe´in í GarðaLisu og Snjallubjalu verða gjørd um til eitt bakiverkstað og øll, ið hava hug, sleppa at gera piparkøkur.
Figgjadagin 11. Dec: Vit hava eina Jólaskattajakt.
Fríggjadagin: 18 Dec: Jólahugni. Tà børnini koma úr kirkju, bjóða vit rísingreyt og so fara vit at hugna okkum fyri rest.

Stóra kalda borðið verður týsdagin 15.. December. Tá borðreiðir Elsebeth við góðum mati. Vit gera nógv burturúr og tað ger onki, um børnini pynta seg eitt sindur. Og sum í fjør, verður hetta okkara jólahald. Mikudag og hósdag eta vit restir. 

Vit hava opið til og við fríggjadagin 18. Dec, tá vit fara í jólaferiu. Vit læta uppaftur mánadagin 4. januar. Vit vilja ynskja tykkum øllum eini Gleðilig Jól og Harrans signað nýggjár.
Gevið gætur: Vit hava lagt gloymd klæðir, dunkar og mateskjur fram. Vinarliga hyggið eftir, um tit eiga nakað av hesum!

Kunningarskriv november 2020

Nú gekk tíðin knappliga so skjótt og hetta kunningarskriv kom út alt ov seint. Orsaka fyri tað. Men vit eru av álvara farin at jólast. Vit eru longu byrjað at pynta húsið og alt sum hendir úti á verkstøðunum, ber brá av, at jólini nærkast í hvørjum. Men vit gera eisini alt møguligt annað. Vit royna altíð at vera nógv úti og vit síggja at børnini tíma sera væl at vera úti. Vit vóna sjálvandi, at vit fáa lekkurt vetrarveður og kunnu sleta og spæla í kavanum. Vit royna at hugna um hesa myrku tíðina og ynskja, at tað skal vera gott hjá bæði børnum og vaksnum at koma inn til okkara. Fríggjadagar í November er hetta á skrá:
6. Nov:  Vit avlevera tekningarnar hjá børnunum norðuri í Klaksvíkar Kommunu. Seinastu árini eru tað børnini sum ganga í frítíðarskúla, ið sleppa at tekna til teknikappingina, har vinnaramyndin verður printa á jólakortini, sum Klaksvíkar Kommunua sendir út til starvsfólk og onnur.
13. Nov: Vit gjørdu andlitsmáling
20. Nov: Vit hava jólabingo
27. Nov: Jólabio

Annars vilja vit heita á tykkum, um at minnast til at eru ílatin eftir veðrinum og eisini hava ein posa av skiftiklæðum hangandi her.
​

KUNNINGARSKRIV OKTOBER 2020

Heystið er komið, farvurnar broytast og ljósið tykist øðrvísi. Hetta er ein deilig tíð. Vit eru tilreiðar at gera alt møguligt spennandi saman við børnunum. Vit vóna sjálvsagt, at veðrið spælir við, so at vit kunnu gera so nógv sum gjørligt úti. Men inni á verkstøðunum sleppa børnini eisini at útfolda seg. Tey eru eisini heystklár. Fjøllini skulu gangast, so fjallgonga, fletting er eisini nakað vit fara at tosa um. Vit vóna at sleppa at vitja onkrastaðni, har flett verður. Eisini spælir KÍ dyst og tað fer uttan iva at merkja okkum :)

Heystfrítíð er í viku 42 og tá hava vit opið fyri tilmeldaðum børnum frá kl. 9 til kl. 15. Vit vera í Snjallabjallu alla vikuna. 

Fríggjadagar í Oktober er hetta á skrá:

2. Oktober- KÍ kafe í GarðaLisu (framskunda til hósdag). Spurnarkappina í Snjallubjallu
9. Oktober- GarðaLisa Bioagraf og Snjalabjalla fara vit at tosa um flettina
23. Oktober- Welness
30. Oktober- Halloween- Her í Snjallubjallu hava vit okkara egnu útgávu av Halloween, har vit serliga hugsa um Græskar, fittar flogmúsir, eiturkoppar og nógv eiturkoppaspinn. Og tað kemur húsið at ímynda hesa dagarnar frammanundan.



Kunningarskriv august/september 2020

 Nú eru vit endiliga komin í gongd. Vit hava brúkt hesa fyrstu vikuna til at læra tey nýggju børnini at kenna og eisini at heilsa aftur uppá tey, sum hava gingið í fjør. Tað eru eisini aðrar broytingar farnar fram. Vit hava fingið nýggj hølir uppi á Ziskatrøð, í gomlu framhaldsdeildini. VIt hava valt at kalla tey hølini fyri GarðaLisa. Tað er ein føroysk fjallablóma. So nú húsast vit í trimum hølum; Snjallubjallu, sum hevur tlf.nr. 258358/455088, Skákið (serdeild), sum hevur tlf.nr. 258455 og GarðaLisa, sum hevur tlf.nr. 250358. Tað verður soleiðis, at børnini koma at vera tvær vikur í ávíkavist Snjallubjallu og GarðaLisu. So fyri børnini í 2. flokki er tað eisini nakað nýtt at byrja aftur. Fyrsta vikan er longu næstan farin afturum og vit halda áfram í komandi viku á sama stað. Vit leggja eitt yvirlit út her, har tit kunnu fylgja við nær børnini eru hvar. Vit arbeiða nú eisini í toymum, tvs. at starvsfólkini er sett uppá annahvørt 1. ella 2. flokk og fylgja børnunum, har sum tey eru. Hetta eru vit eisini spent uppá at vita um tað riggar. Vit ætla okkum í øllum førum at gera okkara besta fyri at geva børnunum ein spennandi og innihaldsríkan dag. 
Í september fara vit at gera ymist, sum hoyrir árstíðini til. Vit eggja børnunum til at vera nógv úti, men inni fara vit eisini at bjóða børnunum at gera ymist handaligt, spæla borðspøl, dansa, spæla sjónleik og annað. Eisini fara vit at spæla Bingo, útiBingo um tað viðrar, vit fara at hava Disneytema og so ein rúgva afturat.

Vit royna ofta at seta okkurt serligt á skrá fríggjadagar.

Hetta hendir fríggjadagar í september:
4. September: Spurnarkapping í Snjallubjallu, Grilla í GarðaLisu
11. September: 
​18. September: Vit fylla 9 ár og tí fara vit hendan dagin at fáa bollakøkukonu, bollakøkumann og kakao.
25. September: Bingo

kunningarskriv juni 2020

Nú eru vit longu komin væl inn í Juni og áðrenn vit vita av, er summarfrítíð. Hesa seinastu vikurnar áðrenn, fara vit sjálvandi at hugna okkum so væl sum gjørligt. Vit halda okkum til tilmælini og deila børnini eitt sindur upp enn, men vit fara at gera alt fyri, at gerandisdagurin í Snjallubjallu, hóast tilmæli, verður spennandi og mennandi. Vit ynskja okkum sjálvandi gott veður, tí onki er so deiligt, sum at vera úti og njóta náttúruna hesa ársins tíð. 
​Vit eru sera glað fyri, at vit kunnu geva 2. floksbørnunum eina endaveitslu. Hon verður ikki sum vit plaga at gera, men starvsfólkini hava gjørt eina spennandi skrá og vóna vit at børnini fáa eitt stuttligt kvøld. Hetta verður fríggjakvøldi 12. Juni. Her fáa øll børnini í 2. flokki eina innbjóðing.

Vit koyra sum vanligt fram til 19. Juni. Eftir tað bjóða vit summarfrítíðarskúla í viku 26, 27 og 28 og her skal boðast frá í seinasta lagi týsdagin 9. Juni, um tykkara barn kemur. Vit hava tá opið frá kl. 8 til kl. 15.

Kunningarskriv Mai 2020

Mánadagin 18. Mai opna vit enn og meira upp, og gerandisdagurin í Snjallubjallu verður meira, sum vit kenna hann. Vit eru sera spent og gleða okkum at síggja øll aftur. 
Vit fara at gera okkara allarbesta fyri at gera tíðina fram til summarfrítíðina so stuttliga, spennandi, mennandi og góðan sum gjørligt.

Tað er ikki neyðugt við tilmelding meira, men vit hava sent tykkum eini boð á telefonina, har vit spyrja, um barn tykkara kemur í viku 21. Hetta er fyri at vit kunnu tilrættisleggja vikuna so væl sum gjørligt, útfrá teimum tilmælum sum eru.

Vit gera vart við, at hósdagin 21. Mai er Kristi Himmalsferðadagur og hava vit tí stongt
Fríggjadagin 22. Mai er ongin skúlagongd og hava vit eisini stongt.


Vit skipa okkum soleiðis, at allir 2. flokkarnir vera í Batmintonhøllini. 1. a verður í Bøgøtu og 1. b og 1. d vera í Snjallubjallu. Vit bjóða nú aftur okkurt í café´ini kl. 14.

Vit fara sjálvandi at halda okkum til tilmælini um at halda fjarstøðu, reinføri og at vera nógv úti.

Mai er ofta ein mánaði, sum bjóðar okkum eitt sindur av hvørjum, men tað ber sanniliga mest boð um, at summarið er í nánd. Alt veksur og verður grønari og vit vóna at vit fara at njóta nógv av tí, sum náttúran hevur at bjóða.

Allarmest gleða vit okkum til at koma til arbeiðis og vera saman við børnunum, hoyra teirra hugskot og saman við børnunum, gera tað til veruleika.

Vanligt er, at vit hava ítrottardag saman við æðrum frítíðarskúlum í Norður/Eystur-økinum, Men tað verður iki í ár. Ístaðin fara vit at gera okkurt annað, sum tit hoyra meira um seinni.
Og so er tað avslutningurin hjá 2. flokki. Tað fara vit sjálvandi eisini at hava, men tað venda vit eisini aftur við skjótt.

Kunningarskriv apríl 2020

Vegna Covid-19 hava vit nú ikki havt opið síðani 12. Mars. Vit vóna at vit skjótt sleppa at síggja tykkum aftur. Tá tað nærkast, leggja vit eina skrá út her. Vit vóna tit øll hava tað gott. Vit vilja samstundis ynskja tykkum einar Gleðiligar Páskir.

kunningarskriv mars 2020

Nú eru vit komin inn í Mars mánaða og fyrsti várdagur er farin afturum. Nú er ljóst, tá børnini fara frá húsum um morgunin og tað er eisini ljóst, tá børnini fara heim frá okkum.  Í Mars fara vit at seta sjóneykuna á fleiri ymisk ting. 8. Mars er altjóða kvinnudagur, 12. Mars er Grækarismessa, 21. Mars er altjóða Down Syndrom dagur, 23. Mars er altjóða Norðurlandadagur, so her er nokk at gera burturúr. Vit vóna eisini, at veðrið verður so mikið gott, at vit kunnu vera nógv úti og gera túrar.
Í viku 11 fara vit í Biograf. 1. flokkur fer týsdagin 10. Mars og 2. flokkur fer hósdagin 12. Mars.Tit fáa sms um hetta.

Fríggjadagin í Mars er hetta á skrá:
6. Mars gera vit fuglar, sum vit ætla at laminera og hongja á okkara Føroyakort.
13. Mars: Fríggjadagur tann 13. Vit gera andlitsmáling
20. Mars: Bláur fríggjadagur. Vit gera bláar negl og seta sjóneykuna á altjóða Down Syndrom dagin.
27. Mars: Vit gera okkurt burturúr altjóða Norðurlandadagin. Vit tosa um norðurlond, hava spurnarkapping o.a.

Seinastu vikuna í Mars fara vit eisini at fyrireika okkum til Páskini. VIt fara at gera páskapynt og pynta húsið.



Kunningarskriv februar 2020

So var Februar longu her. Í Februar fara vit at hugsavna okkum um alt frá fiski, tunnusláing og hjørtu. Og so er tað eisini í Februar at Galladisko verður fyri børnunum í 2. flokki. Valentinesdagur er 14. februar og Torravika er í viku 8. Hetta fer at seta dám á virksemi. Men vit fara eisini at gera ymist annað. Børnini hava eftirlýst onkrar kappingar, so tað fara vit at gera.

Fríggjadagar í Februar er hetta sett á skrá:

7. Februar: Hesa vikuna hava vit havt legokapping og vit enda vikuna við at hava ymiskar kappingar í húsinum.
14. Februar: Valentinesdagur- vit hava kærleiksdagdag- gera hjørtu og pynta húsið til høvi. Eisini gera vit doughnuts, har børnini sleppa at pynta teirra egnu doughnut.
21. Februar: Torravikan endar. Og um tað viðrar, fara vit á seiðaberg. Eisini verður fiskispurnarkapping.
28. Februar: Vit hyggja eftir filmi í Sansa. Eisini syngja vit tillukku til øll børnini, ið hava havt føðingardag í Februar. 

Vit fara at sláa tunnu hósdagin 20. Februar. Børnini eru meira enn vælkomin at vera ílatin ella hava klæðir við. Hendan dagin gera vit andlitsmáling.

Týsdagin 18. Februar er skúlin stongdur og hava vit tí eisini stongt.

Týsdagin 25. Februar er skúlin stongdur og hava vit tí eisini stongt.


28. Februar verður eisini Galladisko fyri børnunum í 2. flokki. Nærri kunning um hetta kemur seinni.

Kunningarskriv Januar 2020

Gott nýggjár og vælafturkomin frá jólafrítíð. Vit eru komin fúkandi inn í nýggja árið og gleða okkum at sleppa í gongd aftur. Í Januar fara vit sjálvandi at gera alt møguligt stuttligt saman við børnunum. Vit ynskja okkum kava og vóna at sleppa nógv út at sleta og hugna okkum. Men vit fara eisini at vera virkin inni. Longu nú hava nøkur børn havt vælverustovu, sum eydnaðist sera væl. Sansa bleiv gjørt um til eina vælverustovu, har tað bar til at fáa jogurtmasku á andlitið og agurk á eyguni. Neglirnar kundu gerast og løtt vøddamýking kundi fáast. Hetta alt afturvið avslappandi tónleiki, livandi ljósum og góðum anga.
​
Í Januar fara vit eisini í gongd við at hava trivnaðarsamtalur við børnini í 1. flokki. Tá sleppa børnini saman við tykkum foreldrum á fund, har vit kunnu tosa um, hvussu barnið trívist, hvat barnið tímir ella ikki tímir o.s.fr. Hetta fáa tit boð um. Tað er kontaktpersónurin og eitt annað starvsfólk sum eru við til fundin. Kontaktpersónarnir fara at seta seg í samband við tykkum, har tit avtala eina tíð. 

Fríggjadagar í Januar er hetta á skrá:
 Frígjadagin 10. januar: Biografur í Sansa
Fríggjadagin 17. Januar: Bingo
Fríggjadagur: 24. Januar: Vit spæla ymisk spæl inni í øllum verkstøðunum.


Kunningarskriv december 2019

Vit eru komin væl inn í December og tað halda vit er ordiliga deiligt og hugnaligt. Tað merkir eisini húsið uppá allar mátar. Vit hava pyntað og tað mesta av tí vit gera fram til jóla, er eisini tengt at høgiðini, sum stendur fyri framman. Vit ynskja tó eisini, at tað skal vera so avslappað og róligt sum gjørligt, tí tað er jú so nógv res og tey flestu hava nógv um at vera allan December. Vit vóna at gerandisdagurin kann vera so lítið órógvaður sum gjørligt og at børnini sleppa bara at vera, hóast vit eisini eru rættiliga jólalig. 

Fyrstu vikuna í December gera vit jóladekoratiónir, har øll børnini fáa møguleika at gera ein a dekoratión, um tey ynskja tað. Ta vikuna verður seym gjørt um til eitt dekoratiónsverkstað. Í viku 50 verður tað jólaklipping. Børnini kunnu gera okkurt jólapynt í øllum verkstøðunum, um tey ynskja tað. Hóast hetta er sett á skrá, so kunnu børnini eisini velja at gera okkurt heilt annað, t.d vera úti, í sansa ella í cafe´ini.

Vit hava sum vant sett okkurt á skrá til fríggjadagarnar í December,
Fríggjadagin 6. Dec: Jólabingo- vit spæla bingo í cafe´ini og vinningarnir eru sjálvandi jólaligir. Samstundis læra børnini tølini og læra eisini at lurta og hugsavna seg.
Figgjadagin 13. Dec: Tað er Luciadagur og um onkur børn hava hug, fara vit at ganga Lucia onkrastaðni. Eisini fara vit at baka piparnøtir. Café´in verður eitt piparnøtuverkstað og øll børn, sum hava hug, kunnu vera við.
Fríggjadagin: 20 Dec: Jólahugni. Tà børnini koma úr kirkju, bjóða vit rísingreyt og so fara vit at hugna okkum fyri rest.

Stóra kalda borðið verður týsdagin 17. December. Tá borðeiðir Elsebeth við góðum mati. Vit gera nógv burturúr og tað ger onki, um man er eitt sindur pyntaður. Og í ár hava vit avgjørt, at hetta eisini verður okkara jólahald. Nú eru vit blivin so mong, at vit hava valt bara at hava jólahald fyri børnunum. Tó eru tit foreldur altíð vælkomin inn á gólvið til eitt prát og ein kaffimunn. Hendan dagin fara vit eiini at leita eftir jólaskattinum. 
Mikudagin 18. Dec eta vit restir

Vit hava opið til og við fríggjadagin 20. Dec, tá vit fara 
í jólaferiu. Vit læta uppaftur mánadagin 6. januar. Vit vilja ynskja tykkum øllum eini Gleðilig Jól og Harrans signað nýggjár.

Kunningarskriv november 2019

November heilsar uppá okkum við góðum veðri. Vit elska hesa árstíðina, tí tað er so nógv man kann finna uppá og jólini nærkast. At hugna okkum inni og úti við spæli og kreativiteti, er nakað vit leggja stóran dent á hesa tíðina. Tað hendir sostatt ein rúgva.

Nú hava øll børnini verið í Bøgøtu, okkara nýggju eind, sum vit i fyrstu atløgu hugsaðu, skuldi virka sum náttúruverkstaður. Hetta hava vit valt at broyta til ein róligan alt-møguligt-verkstað. Og har skal eisini vera pláss fyri náttúru og útilívi.

Vit fáa tveir næmingar frá Skúlatrøð í starvsvenjing frá 4. november til 15. november. Tær eita Anna og Sesilia. Vit gleða okkum at vísa teimum ein part av okkara arbeiði og vónandi fáa tær okkurt gott við sær víðari frá okkum.

Fríggjadagar í November er hetta á skrá:

1. November: Kondibingo
8. November: Skattajakt
15. November: Vit pynta og verða av álvara jólalig :)
22. November: Vælverudagur
29. November: Jólabio

Kunningarskriv oktober 2019

Vit heilsa Oktober vælkomnan og kunnu nú av álvara siga, at heystið er komið. Vøkru heystlitirnir og skiftandi veðrið setir hugflogið í gongd hjá okkum og tað fara vit sjálvandi at brúka í tí vit gera. 
Heystfrítíðin er í viku 42 og tá hava vit opið frá kl. 9 til kl. 15. Tit sum hava meldað tykkum at koma í heystfrítíðini, mugu minnast til at hava matpakka við. Vit bjóða millummála :) 
Annars er mangt annað spennandi á skrá. Hjá teimum børnum sum eru í Batmintonhøllini og í Bøgøtu skipa tey vaksnu har vikuni eftir tí sum rørir seg hjá børnunum og veðrinum.

Sára Jacobsen er farin í barnsburðarfarloyvi og er Randi Jespersen komin at arbeiða hjá okkum, ímeðan Sára er í farloyvi. Vit ynskja Sáru alt tað besta og Randi vælkomna :)

Fríggjadagar í Oktober hendir hetta í Snjallubjallu:
4. Oktober: Biografur
11. Oktober: Bingo
18. Oktober: Heysthugni
25. Oktober: Sjórænarapikk

Týsdagin 22. oktober fáa vit vitjan av Euro-class, sum koma at framfør fyri okkum. Vit eru so nógv, so tað verða tvær framførðslur í fimleikarhøllini. 1. flokkur fer fyrst og so 2. flokkur. Hetta gleða vit okkum til, tí tað er altíð stuttligt og spennandi, tá tey vitja.


Kunningarskriv september 2019

Nú eru vit komin væl í gongd eftir summarfrítíðina og heystið byrjar spakuliga at vísa seg. Hetta er triðja vikan, at børnini í 1. flokki ganga her og skulu royna at læra, hvat tað er at ganga í frítíðarskúla. Vit vaksnu skulu eisini læra øll børnini at kenna og tað tíma vit ordiliga væl. Børnini í 2. flokki skulu eisini venja seg við, at vit nú húsast á Bøgøtu og at tey koma at vera har eisini. Vit halda áfram at heinta børnini í 1. flokki í 3 vikur afturat. Tá hava tey verið runt allastaðni. 
Nú er eisini tíðin har vetrarítrottin  og tónlistaskúlin byrjar og tí vilja vit heita á tykkum foreldur, um at siga sivarnum frá, hvat tykkara barn gongur til og eisini hvørja klokkutíð. So minna vit børnini á at fara, tá tey skulu.

Kunningarskriv august 2019


Hey tit og vælafturkomin úr summarfrítíð og til tykkum, sum skulu byrja í 1. flokki: Vælkomin.

Vit byrja aftur mánadagin 19. August kl. 11 og vit gleða okkum so nógv at síggja tykkum øll.
Tit í 1. flokki skulu møta í skúlanum kl. 11 og aftaná koma tit saman við foreldrunum beinleiðis yvir í Snjallubjallu at heilsa uppá. Tá verður mynd tikin av børnunum til vendiskelti, sum tey skulu brúka, tá tey koma í Snjallubjallu. Eisini fáa tit møguleika at síggja umstøðurnar. 

Kl. 19.30 verður kunnandi foreldrafundur fyri øll nýggja foreldur. Her fáa tit høvi at hoyra um okkara virksemi og at heilsa uppá øll starvsfólkini.

Vit hava økt um virksemi, síðani vit fóru í summarfrítíð og húsast nú, umfram á Skúlavegi, Í SKákinum og í Batmintonhøllini, eisini á Bøgøtu 3. So nú hava øll børn á bíðilistanum, fingið pláss. Eg veit, at onkur av tykkum ikki hava fingið skriv um hetta, men tað skulu tit ikki hugsa um, tí tað er pláss. 

Enn einaferð vælkomin.

        Vinarliga
​                           Beinta Klakstein, leiðari

Kunning um Bøgøtu, sum er blivin ein partur av Snjallubjallu.

Tað verður soleiðis, at børnini framyvir koma at vera 2 vikur í Snjallubjallu og so fara tey í Batmintonhøllina í eina viku. So verða tey aftur í Snjallubjallu í tvær vikur og fara síðani yvir á Bøgøtu í eina viku. Í Snjallubjallu sleppa tey at brúka øll verkstøðini vit hava her. Batmintonhøllin verður framvegis okkara ítrottarverkstað og Bøgøta kemur at vera okkara Náttúruverkstaður. Tit fáa eini telefonboð fríggjadag frammanundan tykkara barn skal í Batmintonhøllina og eisini tá tey skulu í Bøgøtu.
Tá børnini eru á Bøgøgtu, koma tey at vera nógv úti og skulu tí hava góð klæðir og skiftiklæðir við. Tvey starvsfólk eru saman við børnunum í Batmintonhøllini og tað sama á Bøgøtu.

Kunning um broytta mannagongd í samband við at gera avtalur við okkum.

Tað ber væl til at gera fasta avtalu um, at barnið t.d kann ganga heim aftaná eitt tíðspunkt, tá tað vil, taka bussin ella okkurt líknandi og skal hetta gerast skrivligt. Hetta hava við eisini gjørt áður, men framyvir senda vit ikki telefonboð og siga frá, tá barnið er farið frá okkum. So um tit foreldur í 2. flokki, ynskja at gera nýggja avtalu, eru tit vælkomin til tað. Annars eru allar avtalurnar galdandi frá í fjør, men uttan telefonboð. Um tit ivast í nøkrum, so eru tit vælkomin at ringja.
                                              Vh. Beinta Klakstein, leiðari

Kunningarskriv juni 2019

So var Juni her og tað er ófatiligt sum tíðin gongur skjótt. Hetta er seinasta mánaði í hesum skúlaárinum og ein rúgva er at náa, áðrenn summarfrítíðin kemur.
Vit vilja fegin geva børnunum nakrar góðar og serliga upplivingar, áðrenn ferian byrjar. Í seinastu viku og hesa vikuna hava øll børnini í 2. flokki  verið í batmintonhøllini og børnini í 1. flokki hava havt Snjallubjallu fyri seg sjálvi. Hetta hevur eydnast ómetaliga væl. Tað er gott fyri tey at vera saman við sínum árgangi. Børnini hava uppliva nakað annað og tykjast at hava gott av tí.
Í komandi viku, tvs. frá 11. Juni til og við 13. Juni verða tað so øll børnini í 1. flokki, sum sleppa at vera í høllini tað vikuna. Vit vænta og vóna eisini  at tað fer at eydnast væl.

Fríggjadagin 14. Juni verður árligi ítrottardagurin. Tað verður aftur í ár í Leirvík. Tað skuldi vera í Klaksvík, men av tí at græslíki á vøllinum skal skiftast, ber tað ikki til. Men vit eru tó vertir fyri degnum og vit gleða okkum sera nógv

KUNNING UM ÍTROTTARDAGIN:

Í ár verður ítrottardagurin sum áður nevnt aftur í Leirvík. Har samlast frítíðarskúlabørn í Norðoyggjum og Eysturoynni at kappast í hesum greinum: Posarenning, rennikapping, postarenning, fótbóltur, boccia og togtogan. Børnini fáa høvi at heilsa uppá onnur børn í Føroyum, sum ganga í frítíðarskúla. Hetta er ein stuttligur og gevandi dagur, sum vit hvørt ár gleða okkum nógv til. Tá børnini møta hendan morgunin, skulu tey í eina t-shirt, sum tey lána frá okkum. Eisini fáa tey eitt skelti á blusuna, har tað stendur, hvat tey hava meldað seg til. Kontaktpersónurin hjá børnunum útleverar blusu og skelti. 
Vit fara við bussinum herfrá kl. 9.00 stundisliga.
Vit opna kl. 8.30


- Børnini møta í seinasta lagi kl. 8.50
- Vit hava biðið frí frá skúlanum fyri børnini.

- Børnini skulu vera ílatin til at røra seg og eftir veðrinum. 
- Havið ein góðan matpakka við og drekkidunk
- Seinnapartin fáa øll børnini sunkist og twix
- Minnist til at smyrja sólkrem á børnini, áðrenn tey koma.
- Vit verða aftur umleið kl. 15.45.
- Um tit vilja hava fatur á okkum, ringið so á tlf.nr. 258358/218878

Fríggjadagin 21. Juni er avslutningur og soving hjá 2. flokki. Hetta er afturvendandi tiltak vit hava hvørt ár fyri børnunum í 2. flokki. Nærri kunning um hetta kemur seinni. 

So vóna vit sjálvandi, vit fáa gott veður og tí kunnu njóta at vera nógv úti, fara túrar og annað tílíkt. 

Kunningarskriv mai 2019

Vit eru farin væl inn í Mai, men vit mugu bara ásanna, at tað er stak vetrarligt. Vit standa sum kánus, hóast vit væl vita, at hetta ofta er komið fyri áður. Men vit gloyma tað.....løgið, hugsi eg. Men hóast tað, so leggja vit ikki so nógv í tað. Í Snjallubjallu finna vit altíð uppá okkurt. Í Mai byrja vit við umhvørvisvikuni. Vit ætla eisini at slóa fyri á ymiskan hátt.
Fríggjadagin 14. Juni verður árligi ítrottardagur fyri frítíðarskúlar í Norðoyggjum og Eysturoy. Vit eru byrja at fyrireika okkum. Tit fáa nærri kunni um hetta seinni. Men í stuttum gongur tað út uppá, at vit kappast ímóti hinum í ymiskum greinum. Í ár verða vit í Leirvík. Meiningin var at tað skuldi vera her í Klaksvík, men av tí at vøllurin verður skiftur, ber tað ikki til.

Vit vænta eisini at veðrið fer at gerast betur og tá royna vit altíð at eggja børnunum til at vera úti. 

Fríggjadagar í Mai hendir hetta:

3. Mai: Sigla bát, sum børnini sjálvi hava gjørt
10. Mai: Postarenning
17. Mai: Útispøl og rørsla
24. Mai: Útiaktivitetur
31. Mai: Vit fara út í Grøv at fanga síl (Útsett til í Juni)

Annars er hetta í Mai:
17. Mai er Dýri Biðidagur og hava vit stongt
Hósdagin 30. Mai er Kristi Himmalferðardagur og hava vit stongt.

Í viku 22 fara vit at hava eitt mini Royal Run her í Snjallubjallu. Teinurin verður út í Grøv og heimaftur. Vit fáa sjálvandi heiðursmerki og gera eitt sindur burturúr degnum.

Kunningarskriv Apríl 2019

Apríl Apríl........ Nú koma Páskini, børnini gleða seg..... 

Í Apríl fara vit at gera alt møgulig her í Snjallubjallu.
Vit fara at gera páskapynt, mála og rulla egg, hava páskabingo og so fara vit eisini at bjóða børnunum til páskafrokost.

Páskaferia verður frá 12. Apríl til og við 22. Apríl. Tá hava vit stongt

Hósdagin 25. Apríl er Flaggdagur og tá hava vit stongt

Fríggjadagin 26. Apríl hava vit ráðleggingardag og tískil er stongt. Ráðleggingardagurin verður ein kveikingarferð, har vit starvsfólk fara at vitja aðrar frítíðarskúlar, soleiðis at vit vónandi kunnu fáa góð hugskot og eisini síggja hvussu onnur gera. Vit vilja vera besti frítíðarskúli í verðini, so tí er týdningarmikið at vit hyggja eftir okkara virksemi, læra av øðrum, varveita og broyta um neyðugt og ikki minst gera nakað sum kemur børnunum til góða.

Fríggjadagar í Apríl er hetta á skrá:

5. Apríl: Páskabingo
​12. Apríl: Rulla egg

Annars er ætlanin at vit fara at vitja Húsið saman við 2. flokki. Eisini fara vit at hava fleiri tiltøk í fimleikarhøllini og úti, har tvey starvsfólk skipa fyri.

Enn einaferð vil eg minna tykkum á, at tit eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvi til eitt prát og ein kaffimunn.

vh.
  Beinta Klakstein, leiðari 

Kunningarskriv Mars 2019

Vit eru longu byrjað uppá Mars-mánaða og tað byrjaði øgiligt. Nemliga føstulávint :) Vit høvdu tunnusláing fríggjadagin 1. Mars og tað eydnaðist sera væl. Børnini vóru ordiliga við uppá tað. Summi vóru ílatin og eisini kundu børnini fáa andlitsmáling her í Snjallubjallu. Genturnar skuldu sláa eina tunnu og dreingirnir eina. Hjá gentunum bleiv Rósa Maria kattadronning og hjá dreingjunum gjørdist Jógvan L. kattakongur. Tit síggja myndir í myndasavninum. 

Nú byrja ljósari tíðir og tað merkir, at tað vit gera í Snjallubjallu eisini broytist. Nú í Mars hendir ein rúgva. M.a er Grækarismessa 12. Mars og tá koma tjøldrini. Kanska onkur longu hevur sæð eitt tjaldur, men um ikki, so fara vit út at telja tjøldur og vóna at hoyra og síggja nøkur.

Hetta hendir fríggjadagar í Mars:

1. Mars: tunnusláing
8. Mars: Vit kvøða
15. Mars: Vit fara út at telja tjøldur
22. Mars: Spurnarkapping
29. Mars: Filmur

Annars er tað at siga, at Henny Bertholdsen er byrja sum avloysari í Snjallubjallu. Vit ynskja henni vælkomna.

Vit gera nú nakað serligt seinasta fríggjadag í hvørjum mánaða. Tá syngja vit fyri øllum børnunum, ið hava havt føðingardag tann mánaðan og tann dagin, ger Elsebeth okkurt serliga til café´ina :)

Týsdagin 5. Mars er føstufrí og hava vit stongt. 

Vit vilja heita á tykkum foreldur/avvarandi um at siga frá, um tað er eitthvørt, sum tit undrast yvir ella ivast í. Og tit eru altíð vælkomin inn á gólvi at steðga á eina løtu og kaffi/te er altíð í kannuni :)

Kunningarskriv februar 2019

So er Februar longu her og vit kunnu longu siga, at vit veruliga hava notið einastandandi góða veðrið, sum hevur verið. Børnini hugna sær og eru nógv úti. Tað er so stuttligt.
Í Februar hendir ymist spennandi í Snjallubjallu. Tað er Valentinesdagur, sum vit plaga at gera eitt sindur burturúr. Torradagar verða 18.-22. Februar. Vit royna altíð at inndraga tað sum hendir, í verkstøðini. So. t.d tað vikuna, sum Valentinesdagur er, verða tað hjørtur, sum í stóran mun mynda verkstøðini og tá Torravikan verður, fara vit at vita, hvat hendir í býnum og so royna vit at taka tað við inní húsið eisini. 

Galladisko:
Tá børnini ganga í 2. flokki, er eitt serligt tiltak fyri teimum, sum vit kalla Galladisko. Hetta er eitt kvøld fyri teimum eldru børnunum, har tey sleppa at hugna sær saman frá kl. 19 til kl. 21. Tað er lagt upp til, at børnini eru pynta og koma í Snjallubjallu, har starvsfólkini hava pyntað húsið. Tað er reyður løbari, myndatøka, spøl, dansispøl, tónleikur, lekkurt ábit og ikki minst hugnalig samvera. Børnini fáa innbjóðing og armband frammanundan. Hetta eru vit ordiliga spent til.

Hetta hendir annars í Februar í Snjallubjallu:

Hósdagin 7. Februar taka vit ímóti øllum børnunum kl. 11.15, tí skúladagurin endar tá.
Fríggjadagin 8. Februar hevur skúlin Ráðleggingardag og hava vit stongt.
Hósdagin 14. Februar: Valentinesdagur- vikan ber brá av hesum.
Fríggjadagin 15. Februar: Biografur
Fríggjakvøldið 15. Februar: Galladisko fyri 2. flokki
Mánadagin 18. Februar: Torravikan byrjar
Fríggjadagin 22. Februar: Torravikan endar, tað er fyrsti Várdagur og vit fara at planta piparfrø, sum vit taka seinni í ár.

Trivnaðarsamrøðurnar eru í gongd, og halda áfram nakað afturat. Tit frætta, tá tykkara barn skal!

  Vh. Beinta Klakstein, leiðari

Kunningarskriv januar 2019

Gott nýggjár :) Vit eru longu komin væl inn í ári og eru spent uppá, hvat restina av árinum hevur at bjóða. Í Januar hendir hetta í Snjallubjallu:
Vit vóna sjálvandi tað verður gott vetrarveður og at vit kunnu vera nógv úti. Tað tíma vit ordiliga væl. Annars er altíð okkurt at gera í verkstøðunum og børnini plaga at vera ófør at koma við hugskotum um ymist at gera.

Trivnaðarfundirnir vera nú í Januar og tá sleppa børnini saman við tykkum foreldrum á fund, har vit kunnu tosa um, hvussu barnið trívist, hvat barnið tímir ella ikki tímir o.s.fr. Hetta fáa tit boð um. Tað er kontaktpersónurin og eitt annað starvsfólk sum eru við til fundin.
​
Fríggjadagar í Januar er hetta á skrá:

Fríggjadagin 11/1: Ítrottartími í antin høllini
Fríggjadagin 18/1: Biografur- vit hugna okkum við filmi 
Fríggjadagur 25/1: Túrur og Spurnarkapping.

Vil kunna tykkum um, at Jóhanna er byrja aftur eftir at hava verið í farloyvi og at Jóannes heldur fram til summar.


Kunningarskriv december 2018

Vit hava longu sett hol á December. Og nú nærkast jólahátíðin av álvara. Í Snjallubjallu elska vit Jól og alt sum hoyrir til jólini. Tað fer at merkja húsið líka til vit fara í jólaferiu.
Jólahaldið, sum var 30. November eydnaðist væl og vit eru fegin um, at so mong fólk komu. Børnini hava verið so sera spent til dagin, har fleiri av teimum hava vant sjónleik, sang og Lucia. Børnini hava veruliga tikið uppgávuna í álvara. Tað hevur verið so stuttligt at uppliva tey. Takk til tykkum øll sum komu.

Hetta hendur í December:

Vit plaga at syngja og ganga Lucia runt í býnum, t.d á sambýlum og arbeiðdplássum og tað fara vit eisini at gera í ár. Tá veðrið er til tað, so fer onkur vaksin við børnunum út. Hetta er so jólaligt og har, sum vit koma inn, gerast fólk so glað.

Í viku 49 verður jólaklipp og ymist annað jólapynt í smíð og seym
Í viku 50 fara vit at gera jóladekoratiónir. Tá verður seym umskapað til dekoratiónsverkstað, har vit alla vikuna gera jóladekoratiónir.

Týsdagin 18. December hava vit árliga jólafrokostin fyri børnunum. Tað er stórt sjálvtøkuborð, og tað verður pent dekka upp. Hetta er ein siðvenja, sum vit altíð hava havt og sum vit enn halda fast í, tí tað gevur børnunum eina kenslu av, at áðrenn vit fara í jólaferiu, so gera vit nakað heilt serligt í Snjallubjallu.

Ein av døgunum fara vit út at leita eftir Jólamanninum. Tað er altíð spennandi at leita og sum oftast finna vit eisini onkran skatt á leiðini. Tað er ordiliga stuttligt.

Hósdagin 20. December fara børnini í kirkju við skúlanum. Tað er eisini siðvenja, at tann dagin bjóða vit rísingreyt í Snjallubjallu.

Fríggjadagin 21. December hava vit opið frá 11-17.

Og so er jólaferia.

Vit byrja aftur mánadagin 7. januar. 

Annars vil eg kunna tykkum um, at frá 1. Januar 2019 verða broyttar upplatingartíðir í Snjallubjallu. 
Her kemur eitt yvirlit yvir nær vit hava stongt fram til summar 2019.

Skúlin hevur Ráðleggingardag: Fríggjadagin 8. Februar
Føstufrí: Týsdagin 5. Mars
Páskafrí: Leygardagin 13. Apríl til Mánadagin 22. Apríl.
​Flaggdagur: Hósdagin 25. Apríl
Dýri Biðidagur: Fríggjadagin 17. Mai
Kr. Himmalfarðadagur: Hósdagin 30. Mai
Grundlógardagur: Mikudagin 5. Juni
Hvítusunnufrítíð: Leygardagin 8. Juni til Mánadagin 10. Juni
Summarstongt: Leygardagin 17. Juli til Sunnudagin 18. August.

Allir nevndu dagar eru at rokna sum frídagar.
​
Tá skúlaárið endar 28. Juni og fram til 17. Juli, hava vit opið frá kl. 11 til kl. 17.

Tykkum verður ynskt eini Gleðilig Jól og Harrans signað nýggjár. 


Kunningarskriv november 2018


Í November hendir ein rúgva í Snjallubjallu. Vit byrja so smátt at gera klárt til jólahald, har børnini plaga at spæla sjónleik, ganga Lucia og framføra við ljóðføri og sangi. Jólahaldi verður fríggjadagin 30. November frá kl. 15-17. Nærri skrá um tað kemur seinni. Men vit byrja longu nú at biðja børnini skriva seg upp um tey ynskja at luttaka. Tað eru børnini í 2. flokki, ið spæla sjónleik, meðan 1. floksbørnini ganga Lucia. Øll kunnu framføra bæði sang og ljóðføri. Starvsfólkini hjálpa børnunum at venja til stóra dagin.

Fríggjadagar í November er hetta á skrá:

2. Nov: Vit fara at vitja Sambýlið á Heygnum
9. Nov: Biografur
16. Nov: Tann stóri bakidagurin
23. Nov: VIt fara at vitja onkra samkomu/stovnar og børnini framføra har tey fara at vitja.
30. Nov: Jólahald

Týsdagin 6. November koma ung úr Euroclass at framføra fyri okkum. Tað verða tvær sýningar, 1. flokkur fyri seg og 2. flokkur fyri seg. Hetta tiltak var sera stuttligt í fjør og vit gleða okkum tí til at fáa tey aftur á vitjan.
Mikudagin 7. November er skúlin stongdur og vit hava opið frá kl. 8 til kl. 17.

Vit royna altíð at fyribyrgja happing og ynskja at øll børn skulu kenna seg trygg at koma í Snjallubjallu, men vit megna tað ikki einsamøll og vilja tí heita á tykkum foreldur, um at tosa um happing við tykkara børn heima um hvat tað er og eisini hvussu man er ein góður vinur og ikki ein sum happar. 
​

Kunningarskriv oktober 2018

Oktober var nú knappliga her. Og vøkru heystlitirnir eru at síggja allastaðni rundanum okkum. Tað verður eisini kaldari og tí vilja vit gera vart við, at tit hugsa um, at børnini hava klæðir, sum passa til hesa ársins tíð. 
Í Oktober fara vit at halda áfram við at tosa við børnini, um at vera tilvitað um at vit eiga at fara væl um umhvørvi og at vit skulu hugsa um, hvussu vit kunnu minka um nýtslu av plasti. Hetta gera vit millum annað við at hava ein grønan fríggjadag. Í hesum sambandi vilja vit eisini minna tykkum foreldur á, um at geva børnunum vatndunk ella kopp at brúka í Snjallubjallu. 
Tað sum merkir hesa ársins tíð, er at fólk fara á fjall og at flett verður. Vit vóna at kunna bjóða børnunum at síggja meðan flett verður. Eisini hava vit eina heystviku, har øll verkstøðini fara at leggja dent á, at arbeiða útfrá hesum evninum.
Heystfrítíð er í viku 42 og tá hava vit opið frá kl. 8 til kl. 17.

Vit dáma væl at gera nógv burturúr, tá serligir dagar í árinum eru. Og her kemur Halloween eisini at merkja stovnin. 

Hvat er Halloween í Snjallubjallu ?
Halloween er ein amerikanskur hátíðardagur, sum kann samanberast við tað vit í Føroyum kalla Føstálávint. Tað er ein dagur sum verður hildin yvir alt USA og eisini í stórum pørtum av Evropa. Hendan siðvenja kom til USA í 1840´unum við Írskum immigrantum. 
Tað er ymist hvønn týdning fólk leggja í Halloween. Halloween markerar fyri onkran endan av summarinum og byrjanina uppá eina myrka, langa tíð. Upprunaligi týdningurin av Halloween finnist í ymiskum tulkingum og felags fyri fleiri er samband við onkran sum deyður er. Siðvenjurnar í samband við Halloween vísa seg tí í dag sum ein blanding av øllum møguligum.
Dagurin er enn sera nýggjur um okkara leiðir og sjónligasti felagsnevnarin er Græskar, at okkurt er óhugnaligt og sindur ræðandi.
     Her í Snjallubjallu hava vit okkara egnu útgávu av Halloween, har vit serliga hugsa um Græskar, fittar flogmúsir, eiturkoppar og nógv eiturkoppaspinn. Og tað kemur húsið at ímynda hesa tíðina.

Fríggjadagar í Oktober hendir hetta:

5/10: Grønur Fríggjadagur. Vit hugsa grønt, eru grøn, eta grønt, eru ílatin í grønt og vóna at øll verða grønari av hesum ;) 
12/10: Vit gera okkurt serligt fyri at enda okkara heystviku
19/10: Bingo
26/10: Halloweenfríggjadagur. Vit eru eitt sindur gysilig og fara at hyggja eftir filmi og hugna okkum við ymiskum góðum og eitt sindur óhugnaligum :)

Tit hava nokk lagt til merkis, at Jóannes Bjartalíð er byrjaður at arbeiða sum avloysari hjá okkum. Mathilda er farin úr starvi, men verður avloysari framyvir. Turid er komin úr Skákinum niðan í stórubjallu at arbeiða. Jóhanna er í farloyvi árið út. Vit bjóða Jóannes vælkomnan. 
​
Vit vilja eisini minna á, at tit tosa við børnini heima um, at fartelefonir ikki skulu nýtast, meðan børnini eru í Snjallubjallu. Allar spæliavtalur mugu gerast millum tykkum og tit mugu minnast til at siga okkum frá, um t.d tykkara barn skal heim við onkrum ella skal ganga sjálvi heim. Vit skulu hava boð frá tykkum foreldrum, fyri at vit kunnu loyva barninum avstað. Um tit ynskja at gera fasta avtalu um eitthvørt, skal hetta gerast skrivliga. 

​Vh. Beinta Klakstein, leiðari


​Kunningarskriv september 2018

Vit skriva longu september og vit eru við at vera komin væl og virðiliga í gongd. Børnini í 1. flokki byrja at venja seg við at koma her aftaná skúlatíð. Tey vaksnu hava heintað børnini í skúlanum, men frá mándegnum 10. september, skulu børnini ganga sjálvi yvir í Snjallubjallu. Vit tosa sjálvandi við børnini um hetta og biðja eisini skúlan siga tað við tey, tá dagurin har endar. Øll børnini í 1. flokki, hava nú eisini roynt at vera í Batmintonhøllini, har tey koma at vera 6. hvørja viku.

Í September hendir ein rúgva í Snjallubjallu.
Tað sum eyðkennir September er at heystið byrjar. Litir í náttúruni og veðurlagið broytast. Vit fara at taka eplir upp, sum vit hava velt uttanfyri og vónandi taka vit so nógv upp, at vit kunnu gera okkurt lekkurt til matna burturúr teimum. 
Vika 37 verður mynda av at Rudda Føroyar tiltøk verða kring landi. Vit fara at gera okkara til, at rudda Føroyar :)

Fríggjadagar í September hendir hetta:
7. September: Útibingo
14. September: Vit rudda Føroyar tiltak. Tiltøk verða kring alt landi 15/9
21. September: Vit fara at spæla minnispøl. Hetta í trá við at tað er altjóða Alzheimersdagur
28. September: Vit enda Disneyvikuna við einum Disney klassikara



Kunningarskriv august 2018

Nú er summarfrítíðin longu liðug og vit byrja aftur hósdagin 16. August. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur og vit gleða okkum eisini at heilsa uppá øllum tykkum, sum fara at byrja í Snjallubjallu. 
Mikukvøldið 15. August kl. 19.30 verður ein kunnandi foreldrafundur fyri øllum nýggjum foreldrum. 

Fyrstu tíðina heinta vit børnini í 1. flokki í skúlanum og fylgjast við teimum yvir í Snjallubjallu.

Frá mánadegnum 20. August (vika 34) eru vit eisini í batmintonhøllini. 1.a verður tá í batmintonhøllini, sum er okkara ítrottarverkstað, alla vikuna. Kontaktpersónurin og eitt annað starvsfólk eru tá saman við teimum har. Hetta er ein góður máti fyri børnini at koma at kenna hvønnannan væl og eisini at læra sín kontaktpersón og hitt starvsfólki at kenna. Í viku 35 verður tað so 1.b sum verður í Batmintonhøllini og í viku 36 verður tað 1.d. eftir tað verða tað 2. flokkarnir. Tit fáa eini boð/sms fríggjadagin frammanundan, um at tykkara barn skal í batmintonhøllina.

Vit gleða okkum at sleppa í gongd aftur og at heilsa uppá tykkum øll.

Kunningarskriv juni 2018

Nú er juni her og vit nærkast summarferiuni. Vit njóta tað góða veðrið og eru nógv úti. 
Í juni er eisini nógv á skránni. Millum annað árligi ítrottardagurin sum í ár verður í Leirvík. Hetta verður fríggjadagin 8. juni. 

KUNNING UM ÍTROTTARDAGIN:

Í ár verður ítrottardagurin í Leirvík. Har samlast frítíðarskúlabørn í Norðoyggjum og Eysturoynni at kappast í hesum greinum: Posarenning, rennikapping, postarenning, fótbóltur, boccia og togtogan. Børnini fáa høvi at heilsa uppá onnur børn í Føroyum, sum ganga í frítíðarskúla. Hetta er ein stuttligur og gevandi dagur, sum vit hvørt ár gleða okkum nógv til. Tá børnini møta hendan morgunin, skulu tey í eina t-shirt, sum tey lána frá okkum. Eisini fáa tey eitt skelti á blusuna, har tað stendur, hvat tey hava meldað seg til. Kontaktpersónurin hjá børnunum útleverar blusu og skelti. 
Vit fara við bussinum herfrá kl. 9.15 stundisliga.

- Børnini møta í seinasta lagi kl. 9. Vit hava biðið frí frá skúlanum fyri børnini.
- Børnini skulu vera ílatin til at røra seg og eftir veðrinum. 
- Havið ein góðan matpakka við og drekkidunk
- Seinnapartin fáa øll børnini sunkist og twix
- Minnist til at smyrja sólkrem á børnini, áðrenn tey koma.
- Vit verða aftur umleið kl. 16.
- Um tit vilja hava fatur á okkum, ringið so á tlf.nr. 258358/218878

Sum áður nevnt eru vit nógv úti, men vit hava eisini opið í verkstøðunum og børnunum kunnu gera ymiskt kreativt. Vit planta eisini uttanfyri, seta eplir niður og inni planta vit piparfruktir. 
Pápadagur er 5. Juni og fáa børnini møguleika at gera gávur, um tey hava hug til tað.

Avslutningur 2. Flokkur:

-Fríggjadagin 15. Juni fara vit at sova í Snjallubjallu. Vit bjóða børnunum til eitt stuttligt kvøld, har alt kann henda ;)
-Vit byrja kl. 19 við pitsa og kips. Aftaná kemur Bjarne viðmotorsúkklum og vit sleppa ein túr :)
-Kl. 21 hava vit leigað svimjihøllina :)
-Afturkomin í Snjallubjallu grilla vit skúmfidusar og so verður filmur og hugni fyri rest :)

At hava við:
- Svimjiklæðir
- Soviposa, undirlag og kodda
- Sovidjór
- Tannbust og tannkrem
- Skiftiklæðir

Mathilda, Kristoffur, Juliann, Heidi, Amalia og Jana samskipa avslutningin og gleða seg alvorliga nógv :)

Kl. 9 leygarmorgunin, tá børnini skulu heintast, bjóða vit foreldrum at eta morgunmat saman við okkum.


Fríggjadagar í Juni er hetta annars á skrá:

1/6: Spøl á vøllinum-fyrireiking til ítrottardagin
8/6: Ítrottardagur í Leirvík
15/6: Innihugni og avslutningur 2. Flokkur
22/6: Filmur
29/6: Hugni- úti um tað viðrar.

Skúlin fer í summarfrítíð mikudagin 27. Juni. Men vit hava opið fram til 13. Juli.
So frá 27. Juni og fram til 13. Juli hava vit opið frá kl. 8 til kl. 17.


Kunningarskriv mai 2018

Nú er so várið av álvara komið. Smálombini eru komin og dagurin er langur og ljósur. Vit fara at brúka meira og meira tíð úti og vóna sjálvandi at sólin ofta fer at koma fram. Vit eru so heppin at hava okkara stóra spælipláss beint uttanfyri, og nógv av okkara børnum dáma sera væl at vera úti, so hetta verður nógv brúkt. Nú vóna vit at øll tey tjúkku klæðini kunnu goymast burtur eina tíð, men gott er, um tit hongja ein posa av skiftiklæðum til summarið, tí tað kann væl henda at børnini fáa karm ella gerast skitin, tá tey eru nógv úti.

Mammudagur er 13. Mai og vit fara at eggja børnunum til at gera mammugávur og verður vikan frammanundan brúkt til tað.

Vika 20 er Umhvørvisvikan og í ár kallast vikan "Vit og Skil". Vit fara at seta sjóneykuna á burturkast, oysl og í heila tikið tað at hugsa meira grønt. Vit seta bilin og ganga til arbeiðis. Vit fara at tosa nógv við børnini um, hví tað er týdningarmikið at hugsa um umhvørvi og vóna sjálvandi at hetta verður lærdómur, sum vit kunnu halda áfram við at gera í verki.

Útivika 2018. Mánadagurin 25. er fyrsti summardagur og tað er sami dagur sum Útivikan byrjar.

Í Útivikuni ganga fólk til arbeiðis. Summarið byrjar so tað er eitt upplagt høvi at fáa sær nýggjar og sunnar vanar.

Øll kenna fyrimunirnar av at ganga og røra seg. Betri heilsa, betri lag og fyri fyritøkur: glaðari starvsfólk og færri sjúkradagar. Útivikan er ein liður í at gera tað lættari hjá fólki at velja bilin frá. Um onnur gera tað, so kunnu vit eisini. Tað, at øll seta fokus á rørslu samstundis, ger tað lættari hjá tí einstaka at taka stigið – og ganga.

10/5: Kr. Himmalferðardagur og hava vit stongt
21/5: 2. Hvítusunnudagur og hava vit stongt

Tað er avgjørt at árligi Ítrottardagurin verður fríggjadagin 8. Juni. Fyrireikingarnar eru í gongd og longu nú skulu børnini skriva seg upp til tað tey ynskja at luttaka í. Greinarnar eru: Postarenning, Fótbóltskapping, Boccia, Posarenning, Togtogan og Rennikapping. Ítrottardagurin er afturvendandi tiltak, har Frítíðarskúlar í Norðoyggjum og Eysturoy møtast og kappast. Í ár verður Ítrottardagurin í Leirvík. Vit biðja um frí frá Skúlanum fyri børnini. Nærri kunning um dagin kemur seinni.

Fríggjadagar í Mai hendir hetta: 
4/5: Kondibingo
11/5: Ráðleggingardagur og tískil hava vit stongt
18/5: Umhvørvisvikan endar. Vit verða við á framsýning har lutir eru gjørdir av burturkasti. Hendan dagin samla vit alt saman, sum børnini hava gjørt og bera tað oman á Kunningarstovuna, har Framsýning verður leygardagin 20. Mai. 
25/5: Útidagur úti í Grøv. Vit satsa uppá gott veður og fara øll út í Grøv at spæla, hugna okkum og vónandi ber til at grilla

Tit foreldur og avvarandi eru altíð vælkomin inn á gólvið. Kaffi og te stendur altíð frammi :)


KUNNINGARSKRIV APRÍL 2018
So var páskafrítíðin liðug og vit eru komin inn í Apríl. Vit kunnu bara staðfesta, at tíðin flýgir avstað og áðrenn vit vita av, er summarið her og børnini, sum ganga í 2. flokki eru liðug her hjá okkum. Vit ynskja at royna nakað nýtt við 2. floks børnunum og tað er at allir tríggir flokkar eru í Batmintonhøllini samstundis. Hetta merkir at í viku 15 og 16 verða tey í Batmintonhøllini saman við 4 starvsfólkum. Vit eru spent uppá, hvussu hetta fer at rigga.
Annars hendir ein rúgva, har dentur verður lagdur á árstíðina og tað sum hendir í Apríl. Flaggdagur er 25. Apríl og til kunnu børnini gera fløgg og annað.
Vil kunna tykkum um, at Randi Poulsen, sum arbeiddi í Skákinum er farin úr starvið. Turid Sólsker byrjar 9. Apríl at arbeiða í Skákinum og vilja vit bjóða henni hjartaliga vælkomnari. 
​
Hetta hendir í Apríl:
9-13. Apríl: Farvukapping er alla vikuna og endar fríggjadag, har øll børn eru við til at stemma uppá tekningarnar.
20. Apríl: Vit fara á krabbaveiðu
25. Apríl: Flaggdagur og vit hava stongt
26. Apríl: Børnini hava frí úr skúlanum og vit hava opið frá kl. 8 til kl. 17 :)
27. Apríl: Dýri Biðidagur. Vit hava stongt


Kunningarskriv mars 2018

Vit fara inn í Mars og enn liggur kavin og biðjur okkum hava tol og njóta at tað alíkavæl gongur ímóti vári. Tað er ljóst, tá vit fara upp um morgunin og tað verður seinni myrkt um kvøldi og tað er gott. 
Mars hevur nógv at bjóða uppá. Fyrst kemur Grækarismessa tann 12. Mars og Páskirnar byrja 25. Mars. Hetta fer at merkja húsið og vit gera sjálvandi ymist, sum hevur við Grækarismessu og Páskir at gera. Men vit hugsa eisini um, at Tjøldrini og tey fyrstu smálombini koma. Og nú tá tað sær út til at kavin verður liggjandi, so fara vit nógv út at sleta og at spæla í kavanum.
Joan Nysted er komin at arbeiða hjá okkum í 3 mánaðar fyri fyrst. Vit ynskja henni hjartaliga vælkomnari.

Hetta hendir Fríggjadagari í Mars:

2. Mars: Filmur í Sansarúminum
9. Mars: Túrur, har vit fara at vita, um vit síggja nøkur tjøldur ella smálomb.
16. Mars: Kondi Bingo. Um veðrið ikki er til at fara út, verður vanligt Bingo inni.
23. Vit fara út at rulla egg, sum børnini hava málað frammanundan. 

Í Páskavikuni hava vit opið frá kl. 8-17. Vit hava opið sum vanligt aftur 3. Apríl.

vit villa ynskja tykkum øllum einar Gleðiligar Páskir.

                                                                              Beinta Klakstein, leiðari

kunningarskriv februar 2018


Vit gleðast um at tað gongur ímóti ljósari tíðum og í Februar hendir ein rúgva í Snjallubjallu.

​Vil kunna tykkum um, at Henny Bertholdsen er farin í barnsburðarfarloyvi. Anna Maria Bjartalíð, sum hevur verið í starvsroynd er nú liðug hjá okkum og vilja vit ynskja henni alt tað besta framyvir. Khulda Mikkelsen, sum hevur verið avloysari, kemur at vera fast fram til í summar og frá 5. februar hava vit sett Elsebeth Syderbø, sum køksfólk hjá okkum og fer hon at gera millummála til børnini hvønn dag. Meginreglan er enn, at talan er um heilsugóðan kost og børnini sleppa eisini at hjálpa til at vera í køk. Vit eru sera spent uppá hetta og vóna at tit taka væl ímóti hesum. Elsebeth hevur tikið útbúgving sum føðsluhjálpari á Tekniska Skúla. Talan er fyrst um eina royndartíð fram til summar og um tað riggar væl, so halda vit sjálvandi fram :)

Í Februar hendir, sum áður nevnt, ein rúgva og tað gera vit sjálvsagt okkurt burturúr. Tað er Føstálávint, Valentine og Torradagar.
Vit gera ofta okkurt serligt fríggjadagar og vikan frammanundan ber ofta brá av tí, vit eru upptikin av. So her verður bæði hjørtur, maskur og fiskar hvørt um annað.
Mikudagin 7. Februar fara vit í biograf at hyggja eftir Wonder. Kostnaðurin er 50 kr.
Mánadagin 12. Februar: Vit halda áfram at gera andlitsmáling.
Týsdagin 13. Februar: Valentinesdagur. Hendan dagin er skúllin stongdur og hava vit opið frá kl. 8 til kl. 17.
Vikuna 19-24. Februar er Torradagar í Klaksvík og vit fara at peila av hvat hendir.
Og so er tað árliga Galladisko fyri 2. flokk. Hetta er ein serligur dagur fyri børnini í 2. flokki, sum vit gera nógv burturúr.


Hetta hendir Fríggjadagar í Februar:

Fríggajdagin 2. Februar: Vit kvøða 

Fríggjadagin 9. Februar: Vit sláa tunnu og gera andlitsmáling

Fríggjadagin 16. Februar: Spurnarkapping
​Hendan dagin er eisini Galladisko fyri 2. flokk. Øll tit í 2. flokki sleppa í Galladisko kl. 19. Galladisko verður Fríggjakvøldi 16. Februar kl. 19. Galladisko er eitt serligt hugnakvøld fyri 2. floks børnini. Húsið verður prýtt, so at børnini merkja tey eru onkra aðrastaðni. Tey verða móttikin við reyðum løbara, myndatøku og so koma tey inn og fáa okkurt lætt at eta, tað verður tónleikur at dansa til, skipað verður fyri dansispølum og tey kunnu spæla og hugna sær.Vit gleða okkum at síggja tykkum. Øll børnini eiga eina innbjóðing við einum armbandi og liggur tað hjá Sivaranum. Armbandið skulu tey hava á, tá tey koma fríggjadagin :)

Fríggjadagin 23. Februar: 

                                                           Beinta Klakstein, leiðari


Kunningarskriv januar 2018

Vælafturkomin í Snjallubjallu. Nú bleiv jólafrítíðin nakað longri enn ætlað, men vit vóna tit hava havt eina góða feriu og eru komin væl inn í nýggja árið.
Vit eru so glað at sleppa í gongd aftur og hava glett okkum at síggja øll børnini aftur.
Í januar eru vit kreativ og gera alt møguligt í seym og smíð. Vit njóta kavan og eru so nógv úti sum tilber, tá veðrið loyvir tí. Men vit taka tað eisini róligt og loyva børnunum at kobla úr og slappa av og leggja dent á, at tey eisini bara kunnu sleppa at vera. Tað er ofta eitt sindur tungt at koma í sving aftur aftaná feriu og serliga tá ferian verður long og árstíðin er myrk.
Vit vilja minna á, at børnini hava klæðir, sum tey kunnu vera úti í og eisini skiftiklæðir.
​

Kunningarskriv decmeber 2017

Og nú er so december longu byrjaður. Vit løgdu hart út við at byrja við at hava jólahald 1. dec. Børnini hava verið sera spent til hendan dagin og fleiri hava eisini vant til sjónleik, tónleikaframførðslu og Lucia. Húsið hevur verið merkt av, at vit hava fyrireika okkum til dagin, men vit hava roynt sum frægast ikki at læta tað órgógva tað frírúmið, vit royna at skapa her. Jólahaldið var super. Vit eru fegin um, at so mong komu og børnini vóru væl nøgd við dagin.
Øll vita, at tað hendir nógv í December og tað ger tað eisini her hjá okkum, men vit royna aftur her, at tað fyrst og fremst skal vera hugnaligt, at gerandisdagurin er so normalur sum gjørligt og ikki minst at børnini njóta tíðina fram til jóla. 
Vit hava ein jólakalendara, har nøkur børn sleppa at opna stóru lúkuna hvønn dag. Innanfyri lúkuna er ymist. Onkran dag er ein uppgáva, onkran dag ein aktivitetur tey skulu gera, ein sangur at syngja og onkran dag er ein gáva. Hetta gera vit í samband við tá børnini fáa millummála.
Luciadagur er 13. December. Vit fara ein túr út at vitja tey eldru ella onkran stovn í Klaksvík og ganga Lucia fyri teimum. Ofta er tað rættiliga spontant hvar vit fara. 

Fríggjadagar í december er hetta á skrá:

1. Dec: Jólahald og vit opna fyrstu lúku.
8. Dec: Jólafilmur ella jólasøga í Sansa
15. Dec: Vit fáa rísingreyt í cafe´ini og aftaná fara vit at leita eftir jólamanninum :)
22. Dec: Seinasti dagur áðrenn jólaferiu- vit hugna okkum við jólatónleiki og jólaspølum.

Annars er tað at siga, at skúlin fer í jólaferiu mikudagin 20. dec. Tá fara børnini í kirkju.
Hendan dagin, 20. December, hava vit jólafrokost fyri børnunum- tað er tað stóra kalda borðið, har vit gera nógv burturúr matinum. Børnini skulu ikki hava matpakka við.
Hósdagin, 21. Dec, og fríggjadagin, 22. Dec, hava vit opið frá kl. 8 til kl. 17. Vit eta restir og tí skulu børnini ikki hava matpakka við.

So vilja vit ynskja tykkum eini gleðilig jól og túsund takk fyri brátt farna. Vit síggjast tá skúliln byrjar aftur í 2018 :)


Kunningarskriv november 2017

Nú gerast kvøldini myrk og long......Halló November. Vit elska at hugna um í Snjallubjallu og tí eru vit sera spent uppá at byrja at verða eitt sindur jólalig. Hetta gera vit sjálvandi saman við børnunum. 
Nú tað er vorðið kaldari, vilja vit heita á tykkum, um at geva børnunum heitari klæðir og endiliga skiftiklæðir. 
Trivnaðarsamtalur halda fram og fáa tit næri boð um nær tykkara túrur verður.
Vitjanir út á Klaksvikar Sjúkrahús halda eisini fram. Tey sum hava verið, halda tað verða spennandi og vit eru sera fegin um at fáa hendan møguleikan.

Vit royna altið at hava okkurt serligt á skrá fríggjadagar; ofta okkurt sum hoyrir árstíðini til ella okkurt har øll kunnu vera við.
Hetta hendir fríggjadagar í November:

3. November: Tosa vit um Allahalgannadag og fara túr yvir í Minnisvarðan (Kristoffur)
10. November: Bingo- úti um tað viðrar, annars inni. (Amalia)
17. November: Spøl bæði úti og inni (Julianna)
24. November: Vit fara at pynta alt húsið til jóla :)

Vit byrja eisini at venja til Jólahaldið, sum verður 1. december. Tað verður bæði Sjónleikur, kór, Luciagonga og møguliga aðrar framførðslur.

Vit fara at hava ein foreldrafund Mikukvøldið 22. November kl. 20, har vit fara at tosa um m.a kost og telefonnýtslu. Vit vóna at síggja tykkum øll, tí vit vilja eisini fegin hoyra, hvat tit hava at siga.


Kunningarskriv oktober 2017

So var oktober longu her, og harvið eisini heystið. Oktober er fullur av øllum møguligum spennandi í Snjallubjallu. Vit endaðu september við vatnkríggið, har tey flestu av børnunum og teimum vaksnu vóru við og hugnaðu sær óført. Fyrsta vikan í oktober fleyg avstað við m.ø vitjan úti á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og vitja hjá portørunum. Teir hava verið so fyrimyndarliga blíðir og skipað undirvísing fyri allar flokkarnar yvir 6 ferðir.
1.b byrjaði og so koyrir tað til allir flokkar hava verið. Tit foreldur fáa at vita, tá tykkara barn skal. 
Og so var heystfrítíðin longu her. 
Í heystfrítíðini hava vit opið hvønn dag frá k. 8 til kl. 17.
Gott er um børnini koma áðrenn kl. 12, tí tað kann vera, at vita fara út úr húsinum. 
Havi matpakka við til kl. 12. Seinnapart bjóða vit millummála.
Eftir heystfrítíðina fara vit í gongd við at hava trivnaðarsamtalur við øll børn, ið byrjaðu í August. Tit kunnu lesa meira um trivnaðarfund á kunningarskrivinum og inni á heimasíðuni. TIt fáa at vita í góðari tíð, nær tykkara barn skal.
Vit eru sum nevnt byrjað at vitja portøraranar úti á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og 1. b hevur longu verið. Nú fara vit so víðari við 1. a, 1. d, 2. a, 2. b og 2. d. 
Halloween er nakað sum vit sjónliggera í Snjallubjallu og tí fara vit fríggjadagin 28. oktober at pynta Snjallubjallu við fittum eiturkoppum, blíðum flogmúsum og græskar.Eisini eta vit "óhugnaligan" mat :)

Hvat er Halloween í Snjallubjallu ?
Halloween er ein amerikanskur hátíðardagur, sum kann samanberast við tað vit í Føroyum kalla Føstálávint. Tað er ein dagur sum verður hildin yvir alt USA og eisini í stórum pørtum av Evropa. Hendan siðvenja kom til USA í 1840´unum við Írskum immigrantum. 
Tað er ymist hvønn týdning fólk leggja í Halloween. Halloween markerar fyri onkran endan av summarinum og byrjanina uppá eina myrka, langa tíð. Upprunaligi týdningurin av Halloween finnist í ymiskum tulkingum og felags fyri fleiri er samband við onkran sum deyður er. Siðvenjurnar í samband við Halloween vísa seg tí í dag sum ein blanding av øllum møguligum.
Dagurin er enn sera nýggjur um okkara leiðir og sjónligasti felagsnevnarin er Græskar, at okkurt er óhugnaligt og sindur ræðandi.
     Her í Snjallubjallu hava vit okkara egnu útgávu av Halloween, har vit serliga hugsa um Græskar, fittar flogmúsir, eiturkoppar og nógv eiturkoppaspinn. Og tað kemur húsið at ímynda hesa tíðina.

​

Kunningarskriv september 2017

Nú eru vit ordiliga komin í gongd við nýggja skúlaárið og samstundis nýggja árið her í Snjallubjallu. Tað er stuttligt at hitta øll børnini, sum hava gingið her áðrenn summarfrítíðina og eisini at hitta tey mongu nýggju børnini, sum eru byrjað. Vit, ið starvast her, royna at læra øll at kenna og vóna øll fara at trívast væl. Um nakað er, sum tit foreldur ivast í, so vendi tykkum til leiðaran, Beintu Klakstein, ella onkran av starvsfólkunum. Vit ynskja at gera alt ordiliga gott, men fyri at kunna tað, so hava vit tørv á, at fáa at vita, um tað er okkurt tit ivast í, ikki skilja ella er ónøgd við. 

Eins og undanfarin ár, gera vit eina yvirskipaða ætlan yvir árið, har vit seta nakrar yvirskriftir á, hvat vit ynskja at gera her í Snjallubjallu, Vit seta aktivitetir og annað í verk, sum hava við árstíðina at gera, umframt at vit innhugsa læruætlanir, ferðslu, rørslu o.a.

Hvønn fríggjadag seta vit okkurt serligt á skrá og fríggjadagar í September hendir hetta:

1. September: Postarenning úti :) Vit leggja postar á økið rundanum Snjallubjallu, soleiðis at børnini samstundis sum tey svara spurningum, eisini læra økið at kenna og læra hvussu langt tað er lov at fara.
8. September: Vit tosa um ferðslu og fáa vitjan av Løgreglu og Portørum. Um tað ikki liggur fyri hjá teimum at koma nettupp hendan dagin, so verður tað ein annan dag í vikuni......... (Sí nýggja kunning á forsíðuni)
15. September: Náttúrubingo
22. September: Biograf ella filmur. Men um veðrið er gott, so verður skiåað fyri onkrum úti.
29. September: Sansadagur - Fríggjadagin 29. septembur, er planurin at hava ein sansa'dag í Snjallabjallu, har øll verkstøðini verða inndrigin. Og sum nakað serligt, ætla vit at enda dagin við einum wellum vatnkríggji, so minnist til skiftiklæðir ;) Tað hevði eisini verið stuttligt um børnini høvdu vatnrevolvar ella tílíkt við :)
​

Týsdagin 19. September fylla vit 6 ár og tað hátíðarhalda vit sjálvandi saman við børnunum. Hendan dagin bjóða vit sum altíð tea og kaffi, men eisini okkurt afturvið.

Annars ber september brá av skiftandi veðri,  myrkari tíðum og tíverri eisini lýs. Minnist til góð klæðir, endurskyn og at kempa børnunum :)

Kunningarskriv August 2017

Vit byrja aftur mikudagin 16. august. Vit hava opið frá klokkan 11. Tit sum byrja í 1. flokki koma yvir í Snjallubjallu saman við foreldrunum, tá tit eru liðug í skúlanum. Tá verður mynd tikin av einstaka barninum, sum skal brúkast til vendiskelti. Børn sum skulu vera í Skákinum, fara saman við foreldrunum yvir har at heilsa uppá.

Kunningarsskriv juni 2017

Nú skriva vit longu Juni og her hendir ein rúgva í Snjallubjallu. Vit ætla sjálvandi at vera so nógv úti sum til ber og vóna at veðrið verður við okkum.

Vit seta sjóneykuna á alt sum hendir í náttúruni. Tað grøðir og livir alt so væl og vit ynskja at børnini læra at fara væl um umhvørvið og ikki minst at tey læra at ferðast úti í náttúruni.

Hæddarpunktini í Juni er stóri ítrottardagurin, sum í ár verður á Strondum 16. juni. Hetta er eitt stórt felagstiltak fyri frítíðarskúla í Eysturoynni, part av Streymoynni og Norðoyggjum. Tá fara vit øll avstað at luttaka í kappingum við hinar frítíðarskúlunarnar. Hetta fer eisini serliga at merkja tað vit gera her fram til dagin. Vit venja og fyrireika okkum til dagin, tí vit vilja sjálvandi vinna. Greinarnar vit kappast í, eru Fótbóltur, Rennikapping, Postarenning, Boccia, Posarenning og Togtogan. Børnini skriva seg upp til tríggjar kappingar hvør. Vit hava biðið skúlan um fríð til dagin. Tit fáa meira kunning um dagin, tá tað nærkast.

Eitt annað hæddarpunkt í Juni, er avslutningur hjá 2. flokki. Hetta verður 9. juni, har 2. flokkur hugnar sær her í Snjallubjallu og tey eisini sleppa at yvirnátta. Øll børnini í 2. flokki fáa bræv við heim, sum foreldrini skulu undirskrivað. Vit vilja gera vart við, at um eitthvørt er, sum tit foreldur vilja, at vit skulu vita um børnini, so er at venda tykkum til kontaktpersónin hjá tykkara barni. 

Fríggjadagar í juni er annars hetta á skrá:

2. juni: Náttúrutombola
9. Juni: Fyrireiking ítrottardag
16. Juni: Ítrottardagur á Strondum
23. juni: Útflugt út í Grøv at grilla.

Vit hava fingið ein ordiliga kulan klatrivegg, sum vit vænta at børnini fara at halda vera spennandi :)

​Børnini fáa summarferiu frá skúlanum 23. juni. Frá mánadegnum 26. juni til fríggjadagin 17. juli hava vit opið frá kl. 8 til kl. 17. Tað er gott, um tit siga frá nær børnini fara í feriu. Minnist til matpakka. Børnini fáa í café´ini kl. 14 :)

Snjallabjalla er stongd frá 17. juli til skúlin byrjar aftur

Kunningarfundur fyri foreldur at børnum ið byrja eftir summarferiuna verður mikudagin 21. juni kl. 19.30.

Kunningarskriv mai 2017

.......Og brátt kom Mai. Vit gleðast um at tað sær út til at summarið er væl ávegis. Fyrstu vikuna í Mai er Umhvørvisvika í býnum. Vit ynskja sjálvandi at luttaka og vóna at veður verður til at verða so nógv úti sum møguligt. 

Vit hava long verið onkran túr úti í Grøv og síggja síl í áunum. Eisini hava vit verið á seiðabergi og hesi bæði tingin er avgjørt nakað vit ætla okkum at gera nógv við.

Fríggjadagin 12. Mai er Dýri Biðjidagur og hava vit stongt.
Fríggjadagin 19. Mai hava vit ráðleggingardag og tískil er stongt.
Hósdagin 25. Mai er Kr. Himmalferðadagur og hava vit stongt.
Seinasta vikuskifti í Mai er Norðoyastevna. 

Sum tit vita, eru Juli og August gjaldsfríir. Tískil er ikki neyðugt hjá børnunum í 2. flokki at meldast úr, tí tey detta automatiskt úr skipanini og onki gjald verður trekt eftir 1. juni.



Kunningarskriv Apríl 2017



Apríl apríl :) Nú er Várið komið, fyrstu smálombini koma, tað er longri ljóst, enn tað er myrkt á døgninum og nógv er farið at spretta.

Páskirnar er størsta hátíðin vit hava,  og tað fara vit at sjónliggera við at gera ymist páskapynt, planta karse og eisini tosa um páskirnar.

Vit hava varhugan av, at nógv børn eisini gleða seg til at fáa páskaferiu, men um onkur hevur hug at koma í Snjallabjallu í feriuni, so fara vit at royna at hugna okkum ordiliga væl og vit hava eisini opið frá kl. 8 til kl. 17, eftirsum at skúlagongd ikki er. Vit vita væl, at tað eru fleiri foreldur, ið ikki hava frí :) 

Í apríl er eisini Flaggdagur, har vit hátíðarhalda at vit fingu Merkið. Tað fara vit eisini at gera í Snjallabjallu. Vit fara at vera kreativ og tosa um Merkið.

Hetta hendir í apríl:
10, 11 og 12. apríl hava vit opið frá kl. 8 til kl. 17.
24. Apríl er frídagur í skúlanum og tá hava vit opið frá kl. 8 til kl. 17 :)
25. Apríl, hava vit stongt. 
27. Apríl fara vit til eina framførslu í fimleikarhøllini. Meira kunning um tað kemur seinni.

Fríggjadagar í Apríl:
Fríggjadagin 7. Apríl: Rulla páskaregg
Fríggjadagin 21. Apríl: Kondibingo
Fríggjadagin 28. Apríl: Seta eplir niður

Tiltakið sum verður hósdagin 27. Apríl eitur " Nordisk, Nøj det er for børn". Vit fara øll á konsert í fimleikarhøllini kl. 13.
Aftaná sleppa so 10 børn at vera við á einum workshop, har tey so skulu yrkja eitt ørindi til hendan sangin.

Her er kunning um tiltakið.

Oplev den nordiske sangskat i børnehøjde

Sangerinden Lone Wernblad rejser Norden rundt med sin koncertturné 'Nordisk – nøj, det er for børn' med nordiske sange for børn mellem 5-8 år. I slutningen af denne måned optræder hun på Færøerne med sine populære børnekoncerter.  



Det sidste år har sangerinden Lone Wernblad og hendes makker Peter Wemö rejst Norden rundt og spillet koncerter for i alt 2.500 børn mellem 5-8 år. Og i slutningen af april kommer hun til Færøerne, hvor hun bl.a. giver koncert på Torshavn Bibliotek, Tofirskolen og Højgård i Runavik. Færøske Bergur Fonda Johannesen spiller med til børnekoncerterne og Helgi Midjord medvirker ved voksenkoncerten.

Nordisk fællesskab
Lone Wernblad er sangskriver, forfatter, komponist, illustrator, performer, sanger og guitarist. Hun har de sidste år turneret Norden tyndt med koncerter for både børn og voksne, og er projektleder af 'Nordisk nøj det er for børn' – en koncert hvis mål er at vise, at vi har mere tilfælles i Norden end vi tror. Hun brænder for den nordiske sag og for at give børn kvalificerede musikoplevelser med fokus på nærvær og kvalitet.

Lone Wernblad har optrådt i Danmark, Sverige, Norge og Island med 'Nordisk – nøj det for børn' og oplevet, hvordan sproget er en del af vores nordiske dna:

”Hvis man sætter sig udover sprogbarrieren, findes den heller ikke. Da vi var på Island, så fandt vi f.eks. ud af, at sangen 'Hvem kan sejle foruden vind' faktisk er kendt i alle de nordiske lande.”


Verdens længste børnesang

Turnéen 'Nordisk – nøj, det for børn' er støttet af Nordisk Kulturfond, Kulturkontakt Nord og Den Ingwersenske Fond. I 2017 bringer turnéen hende rundt i Danmark, men også til Færøerne, Finland og Grønland, hvor hun skal optræde på Nuuk Nordisk Kulturfestival.  

Koncerterne varer en times tid og undervejs inddrages børnene i historiefortælling og sang- og bevægelseslege. Hver koncert følges desuden op af en sangworkshop, hvor ti udvalgte sprogsultne børn er med til at digte videre på Nordens længste børnesang 'Ens i Nord' skrevet af Lone Wernblad, Benjamin Aggerbæk og Peter Wemö og oversat til alle nordiske sprog. Den færøske sanger og sangskriver Stanley Samuelsen har oversat sangen 'Ens i Nord' til færøsk. 

Formålet med 'Nordisk – nøj, det er for børn'-turnéen er at lære børnene i de nordiske lande, at der ikke er så stor forskel på os i de nordiske lande. Og så selvfølgelig at stimulere børnenes fantasi og vække den sproglige nysgerrighed.  

”Målet er at åbne børnenes øjne overfor andre sprog. Vi arbejder meget med sanglege og bevægelser, og alle børn er meget hurtige til at skabe et helt univers, hvis man bruger humor og formidler historierne på deres niveau,” siger Lone Wernblad, der har optrådt professionelt for børn siden 2008.   


Mere info:
http://nordisknoejdeterforboern.dk



Kunningarskriv Mars 2017


Nú gleðast vit um at várið er ávegis, dagurin gerst longur og tað byrjar at spretta.
Í Marsmánaða seta vit sjóneykuna á fuglalív, Altjóða kvinudagin og so byrja vit eisini at gera páskapynt.
Nógvir fuglar koma aftur hendanvegin í Mars, millum annað Tjaldur og Likka.

Fríggjadagar í Mars er hetta á skránni:

3. Mars: Dansi- og sangspøl
10. Mars: Biograf
17. Mars: Vit fara út at vita um vit síggja nakað tjaldur.
24. Mars: Kondibingo
31. Mars: Vit fara út at vita, um vit síggja nakra likku.

Eftir vit settu forboð fyri at hava telefon frammi í Snjallabjallu, mugu vit staðfesta, at tað gleðir okkum at síggja, at børnini finna uppá ymist annað at gera. So hetta er komið fyri at vera.

Minnist til, at tit foreldur altíð eru vælkomin inn á gólvið til eitt prát!  Kaffi/tea stendur altíð frammi og tit kunnu altíð seta spurningar.

​                   Vh. Beinta Klakstein, leiðari

​Kunningarskriv februar 2017


So var februar longu her. Í februar hendir ein rúgva, sum vit fara at tosa við børnini um, og sum vónandi fer at kveikja áhugan hjá børnunum til at gera ymist. 

Tað verður bæði Valentines-dagur, Torradagar, Føstalávint og ikki minst Galla-Disko fyri 2. flokk.

Vit gera okkurt burturúr. T.d seta vit sjóneykuna á fisk alla vikuna, tá Torradagar eru. Vit fara at eta fisk í Kafé´ini, vitja ymist sum er á skránni í býnum í samband við Torradagar og so enda vit vikuna við at hava eina spurnarkapping um, millum annað, fisk.

Valntinesdagur er eisini og vit ætla at fortelja børnunum, hvat tað er fyri ein dagur.

Føstalávintsvikuna fera vit at géra alt tað, ið hoyrir føstalávint til. Vit gera andlitsmáling, eta okkurt gott og enda sjálvandi við tunnusláing. 

17/2 verður Galla-Disko fyri 2. flokki. Hetta er eitt serligt tiltak vit gera saman við 2. flokki hvørt ár. Talan er um eitt Gallakvøld, har børnini sleppa at ganga á reyðum leypara, tað verður myndatøka og lekkurt ábit og so sleppa tey at dansa og spæla nógv. Børnini í 2. flokki hava fingið innbjóðing og fáa nærri kunning seinni.

Eitt sum vit starvsfólk hava tosað nógv um í seinastuni, er at fartelefonirnar fylla nógv hjá børnunum, og hjá onkrum er torført at gera nakað annað.  Vit hava havt tað soleiðis, at tað er upp til tykkum foreldur at avgera, um tykkara barn hevur telefon ella ikki og tað fara vit ikki at broyta, men tað verður soleiðis framyvir, at tá Kafé´in opnar kl. 14, skal telefonin goymast burtur og ikki brúkast til at spæla við restina av degnum her í Snjallabjallu. Um tað verður ein trupulleiki, so mugu vit starvsfólk taka telefonina frá barninum og passa uppá hana til barnið skal heim.  

Hetta hendir fríggjadagar í februar:

3/2: Kondibingo (um tað ikki viðrar, verður vanligt Bingo)
10/2: Skermdagur/Biograf- tit frætta nærri seinni.
17/2: Spurnarkapping um fisk og Valentinesdag?
24/2: Tunnusláing :)

27/2 er frídagur frá skúlanum og tí hava vit opið frá kl. 8 til kl. 17 :)

Vit gleða okkum til ein góðan mánaða :)

Kunningarskriv januar 2017


Nú skriva vit so 2017 og vit takka fyri árið ið fór, og vóna tit øll eru komin væl inn í hetta ári, ið vónandi fer at geva okkum nógvar góðar upplivingar saman við børnunum í Snjallabjallu.
Fyrst vilja vit heita á tykkum, um at hugsa um veðrið, ið jú er sera skiftandi í Januar, men ofta er tað kalt og vónandi kavi, so gott er, um tit geva børnunum okkurt heitt at fara í, tá vit fara út og eisini skiftiklæðir, tá tað er neyðugt.

Vit hava lagt eina ætlan fram til summar, har vit hvønn mánaða útfrá árstíð og menningarætlan skipa fyri aktivitetum, sum børnini kunnu luttaka í.
Í januar leggja vit dent á rørslu og náttúru. Tí fara vit at hava ymiskar stafettir í fimleikarhøllini og eisini fara vit túrar út í Grøv, har børnini kunnu taka myndir av fugli og náttúru. Aktivitetirnir fríggjadagar avspeglast eisini av tí, vit eru upptikin av.

Og ja, vit eru farin í gongd aftur við at hava okkurt eyka hvønn fríggjadag. Starvsfólki skiftist til at taka sær aktivitetunum.
Hetta hendir fríggjadagar í Januar :)

       13/1: Eileen skipar fyri workout í Sansa
       20/1: Heidi og Amalia skipa fyri Bingo
       27/1: sára, Heidi og Olga skipa fyri fuglaspurnarkapping

Sum áður nevnt, so er Henny Heinesen byrja at arbeiða hjá okkum. :) 
Eileen Matras hevur verið inni sum stuðul síðani november og kemur hon at halda fram til summar :)
Anna Maria Bjartalíð er í starvsvenjing og verður her fyribils februar mánaða út :)

Enn einaferð ynskja vit tykkum eitt gott nýggjár.
Minnist til, at tit altíð eru vælkomin at fáa tykkum kaffi og tea, sum altíð stendur frammi í gongini uppiá.
Um tit ivast í onkrum ella hava onkrar spurningar, so spyrji endiliga starvsfólki ella meg.
                                                                 
​                                                                                              Vinarligast Beinta Klakstein, leiðari 





​

Kunningarskriv december 2016 

December er altíð øðrvísi enn hinir mánaðirnir í árinum. Tá hendir altíð ein rúgva og tað ger tað eisini her hjá okkum. Vit gerast øll meira ella minni jólalig.
Vit løgdu hart út her í Snjallabjallu við at hava jólahald 1. december og restina av mánaðinum fara vit framhaldandi at hugna okkum, jólast og gleðast um høgtíðina, ið liggur fyri framman.
Vit ynskja, at børnini kunnu njóta tíðina fram til jóla og at tit vaksnu eisini kenna tykkum vælkomnan inn og eisini merkja jólahugnan.
 Vit leggja altíð dent á, at hetta er frítíðin hjá børnunum, men alíkavæl hava vit sett nøkur ting á dagsskránna.

í viku 49 og 50 kunnu børnini arbeiða við jóladekoratiónum, jólagávum og jólapynti.

Hósdagin 15. december hava vit jólafrokost og tí skulu børnini ikki hava matpakka við.

Fríggjadagin 16. december eta vit restir og tá skulu børnini heldur ikki hava matpakka við. Tá fara vit eisini at leita eftir jólamanninum. Tað er soleiðis, at her er onkur vættur, sum heldur at børnini eru so mega fitt. Hann tímir væl at geva børnunum avbjóðingar og gávur. Hann eitur Gjær, er ordiliga gamal, fittur og dugir ikki so væl at skriva, men hann roynir. Hann er hinvegin sera kringur og dugir at krúpa allastaðni. Hann kanska fer at hjálpa okkum at finna jólamannin.

Mánadagin 19. december er jólahald í skúlanum

Týsdagin 20 december skipar skúlin fyri kirkjugongd og er hetta seinasti skúladagur áðrenn jól og aftaná fáa børnini rísingreyt her. Tí er ikki neyðugt at hava matpakka við.

Mikudagin 21.- hósdagin 22.- og fríggjadagin 23 december hava vit opið kl. 8 til kl. 17.

        Vit starvsfólk vilja ynskja tykkum eini Gleðilig Jól :) Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur mánadagin 2. januar.

Kunningaarskriv november 2016

So var november longu her og tað merkir tað verður myrkari og kaldari og tí vilja vit minna á, at børnini hava skiftiklæðir liggjandi.
November er ikki bara myrkur og kaldur, men er sanniliga eisini vakur og hugnaligur. Tað fara vit at leggja dent á í Snjallabjallu. Vit byrja so smátt at gerast jólalig og um hálvan november, fara vit at pynta húsið. Vit fara eisini í gongd við trivnaðarfundir. 
  • Øll børn í Snjallabjallu hava ein kontaktpersón og hongur tað skjalið uppi. Einaferð um árið er trivnaðarfundur, har barnið, sum er byrjað her, saman við foreldrunum/avvarandi, kontaktpersóninum og einum øðrum starvsfólki, hava ein fund um, hvussu barnið trívist. Kontaktpersónurin hjá tykkara barni, setir seg í samband við tykkum og avtalar eina tíð. Fundurin tekur umleið 20 minuttir.

1. November er Allahalgannadagur, vit hava opið sum vanligt.
15. November hevur skúlin skeiðsdag og tí hava vit opið frá kl. 8 til kl. 17

Vit hava jólahald 1. dec. Tit fáa meira at vita seinni, men dato er sett, so tit kunnu vita tað í góðari tíð.
Minnist til, at tit eru altíð vælkomin inn á gólvi. Kaffi og tea stendur frammi. 




Kunningarskriv oktober 2016 :)

Nú er heystið komið og tað fer sjálvandi at merkjast í Snjallabjallu. Hóast børnini í stóran mun eru vit at seta dagsskránna í húsinum, so fara vit sjálvandi at hugsavna okkum um ting og viðurskifti, ið hoyra árstíðini til. Vit gleða okkum til ein góðan oktobermánaða. 

Fríggjadagin 7. Oktober hevur skúlin ráðleggingardag og tí hava vit opið frá klokkan 8 til17.

Í Heystfrítíðini hava vit opið hvønn dag frá klokkan 8 til 17. 

Eitt sum vit í Snjallabjallu gera í samband við Halloween, er at vit pynta húsið við graskar, eiturkoppaspinn og fittum spøkilsum. Øll seinasta vikan vikan í oktober verður merkt av tí og endar við, at vit fríggjadagin 28. oktober hava ein Halloweendag, har børnini kunnu fáa sminku, húsið er liðugt pyntað til dagin og vit fara at eta óhugnaliga mat og hugna okkum.

Kunningarskriv septembur

1. September byrjaði eg, Beinta Klakstein, aftur sum leiðari í Snjallabjallu. Tað er so deiligt at vera aftur og eg gleði meg til at verða partur av húsinum aftur. Eg havi næstan heilsa uppá øll børnini nú og eg gleði meg eisini at heilsa uppá øll foreldrini/avvarandi. Eg gangi høgt uppí, at Snjallabjalla er gott og mennandi frírúm hjá børnunum. Og eitt tað týdningarmiklasta er, at øll skulu kenna seg væl í Snjallabjallu.
​
Mánadagin 19. september fyllir Snjallabjalla 5 ár og hetta fara vit sjálvandi at hátíðarhalda. Vit byrja mánadagin við at hugna okkum her í húsinum saman við børnunum. Men ímillum kl. 15 og kl. 17 vilja vit bjóða øllum vælkomin inn á gólvið til ein drekkamunn og okkurt gott til góman.

Týsdagin 20. september bjóðar Klaksvíkar Kommuna børnunum í biograf í Atlantis at hyggja eftir Mumifilminum við Føroyskari talu. Av tí at vit eru so mong, fer hevltin í dag og hin helvtin í morgin. 
Aftaná filmin fara vit yvir í Snjallabjallu og tá fáa vit spennandi vitjan og fara vit at hoyra góðan tónleik. Gleðið tykkum til hetta :)

Mikudagin 21. september: Mumifilmur :)
​
Mikudagin 28. september er ongin skúlagongd og tí hevur Snjallabjalla opið frá kl. 8 til kl. 17 :)
​

kunningarskriv August

So er fyrsta vikan farin afturum. 
Tað hevur gingið væl. Tað fyrstu tíðina brúka vit at læra hvønn annan at kenna og børnini skulu
eisini læra húsið at kenna.

Kontaktpersónar
Øll børnini hava fingið kontakpersón, listin hongur hjá sivarinum :) Er tað nakað tit
hava hug at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við kontaktpersónin.
Tit eru sjálvandi eisini vælkomin at tosa við onkran av hinum :)

Fríggjadag
Fríggjadag hava vit altíð okkurt serligt á skránni. Nú er bert ein fríggjadagur eftir í
august, men vit hava planir um at hava biograf í Sansarúminum :)
Vit bjóða saft og poppkorn og ein góðan barnafilm.

Um tað er nakað til undrast á ella yvast í, sigi endiliga frá. Tað vit ikki vita, kunnu vit ikki gera nakað við :)

kunningarskriv juni

Projekt Føroyar og foreldrakaffi
Í samband við at "Projekt Føroyar" endar, havi vit foreldrakaffi 3 juni frá 15 til 17.
Vit hava eisini eina frammsýning av tiltakinum  í Kaféini. Hon verður
standandi til fríggjadagin 10 juni.

Foreldrafundur
15. juni frá 19 til 20, hava vit foreldrafund fyri foreldrum/verjum at børnum ið byrja aftaná
summarferiuna.

2. flokksendi
Fríggjadagin17. Juni,  sova vit við 2. flokki. Tit fáa eitt skriv um hetta!


Nú summari er komið, heita vit á tykkum at smyrja børnini við sólkrem áðrenn tey koma.
Vit hava eisini sólkrem og smyrja tey inn eftir tørvi.

kunningarskriv mai

Ráðleggingardagurin
Ráðleggingardagurin verður fríggjadagin 13 mai, tá hava vit stongt :)

Ítróttardagurin
Ítróttardagurin verður eitt sindur annaðleiðis í ár. Hann verður fríggjadagin 27 mai
og verður í Múla :) Nærri kunning seinni.

Frídagar í mai
5 mai Kristi himmalferðardagur
13 mai Ráðleggingardagur
16 mai Hvítusunna

2.flokks týsdagar
Vit halda framm við 2. flokks týsdøgunum

Kunningarskriv apríl


​Projekt Føroyar!
So er "Projekt Føroyar" fari av bakkastokki.
Vit fara tær komandi vikurnar at arbeiða í toymum. Børnini eru blandaði soleiðis
at nøkur úr hvørjum flokki eru saman við tveimum vaksnum sum síðani hava
eina ella fleiri oyggjar ið tey fara at seta sjóneykuna á.
Í gongini uppi á hongur listi yvir hvørjum bólki børnini eru í og har kunnu tit
eisini fylgja við so hvørt sum okkurt hendir í projektinum :) 
Projekt Føroyar endar við eini frammsýning :) Tað fáa tit nærri boð um.

2. flokks týsdagar: Hvønn týsdag í apríl gera vit okkurt serligt saman við øllum 
2. flokks børnunum :) 

Fríggjadagar í apríl: Fríggjadagar í apríl fara vit at gera onkrar eitt sindur longri
felags túrar. Er veðrið ikki út farandi, spæla vit bingo inni :)

Frídagar í apríl: 
22 apríl Dýri biðidagur
og
25 apríl Flaggdagur
​hava vit stongt

kunningarskriv mars


​Í páskavikuni t.e mána- týs og mikudag, hava vit opið frá 7.45 til 17.
ikki er neyðugt at siga frá um barnið kemur.

Í gjár, týsdagin 1 mars, vóru øll 2. flokks børnini í Snjallabjalla saman í
fimleikarhøllini, tað var ein orduliga góður dagur og øll hugnaðu sær.
í komandi tíðum fara vit hvønn týsdag at gera líknandi tiltøk við 2. flokki. 
Tað kann td. vera at Vitja ein annan stovn, túr út í grøv, fjallatúr, svimja 
og alt møguligt annað.. :) 

Fríggjadagar í mars:

04. mars Samling kl 11.30 og 13.30 v/ Juliannu og Amaliu
11. mars Grækarismessufyrireiking v/Henny og Sigga
18. mars Páskahugni V/Jóhannu og Eileen

Kunningarskriv februar



Fríggjadagar í februar:

05. feb Føstulávintshald
12. feb Vit dansa føroyskan dans
19. feb Bingo v/Amaliu
26. feb Bio

5 februar hava vit føstulávintshald. Børnini blíva málaði,
vit sláa tunnu, og kaféin bjóðar føstulávintsbollar :)
Børnini eru vælkomin at vera útklødd :)

Mánadagin 8 feb og týsdagin 9. feb hevur skúlin stongt og tí
hava vit opið frá 07.45 til 17.00. Ikki er neyðugt at siga frá :)





KUNNINGARSKRIV JANUAR


So eru jólini væl og virðiliga farin afturum.

Fríggjadagar í Januar:

08. jan Bingo v/Amaliu
15. jan Vit hava opið allan dagin
22. jan Biograf í Sansa v/Filip og Marian
29. jan Spøl á plenini v/Olgu og Juliannu

15 januar hevur skúlin ráðleggingardag, vit lata upp kl 7.45

25 januar fáa vit tveir næmingar úr 9. flokki í starvsvenjing,
tey eita Randi á Bergi og Helgi Simonsen. Vit elska at fáa 
starvsnæmingar so tað gleða vit, bæði børn og vaksin, okkum til.

29 januar verður ársins GallaDisko. Hetta er fyri øll børnini
ið ganga í 2. flokki. Øll møta aftaná nátturða til nakrar tímar
vit disko og alt ið har til hoyrir.
Tit fáa nærri boð um hetta tá tað nærkast :)

KUNNINGARSKRIV DESEMBUR

Aftaná eitt væleydna jólahald, sí myndir, eru bert smáar tríggjar 
vikur til jóla.
Í viku 50 gera vit jóladekoratíónir og í viku 51 gera vit jólagávur
og jólakort.
Traditionen tro, bjóða vit børnunum til eitt lekkirt jólaborðhald
har vit borðreiða við alskins lekkrum. Vit syngja jólasangir og vit
fara at leita eftir jólapakkum :)

16. des Jólaborðhald
17.des Vit eta restir
18. des Rísingreytu

Í viku 52 hava vit opið frá  07.45 til 17.00
​Vit fara at hugna okkum :)
Picture

Kaffi & te

Kaffi og te stendur altíð á borðinum í gongini uppi á, tit eru hjartaliga vælkomin at steðga á eina løtu ☺
Eldri kunningaskriv

Kunningarskriv novembur

Í novembur fara vit so spakuliga í holt við fyrireikingarnar til jóla.
Jólahaldið fyri foreldur verður fríggjadagin 4 desembur frá 15 til 17,
so seti kross í kallendaran, nærri kunning um hetta seinni.

Skúlin er stongdur hósdagin 12 nov og fríggjadagin 27 nov, teir
​dagarnar lata vit upp kl 7.45

Fríggjadagar í Nov

06/11 Bingo
13/11 Fríggjadagur trettandi :)
20/11 Bio
27/11 Skúlin er stongdur, vit lata upp kl 7.45

Badmintonhøllin, okkara ítróttarverkstaður, hevur nú virkað í
11 vikur og ikki kunnu vit siga annað enn at tað hevur riggað sera
væl. Eitt av stóru hittunum er vatnkríggj :) Nú tað verður kaldari fara
teir dagarnir at fakkast at tað ber til, men gott er um børnini hava
skiftiklæðir við. Badmintonhøllin hevur fartelefonnr. 250358

kunningarskriv oktobur


Heystferian verður í viku 42, tá hava vit opið frá 7.45 til 17. Tað er ikki
neyðugt at siga frá um barnið kemur :) Ynskiligt er at barnið kemur 
áðrenn kl 12.45  tá møguligir túrar verða gjørdir aftaná kl 13 :)


Fríggjadagar í okt

02/10 Spurnarkapping
09/10 Biograf í sansa
23/10 Bingo
31/10 Haloween

Tá ið heystferian er liðug fara vit undir 1. flokks trivnaðarsamtalurnar
Tit fáa bræv um nær tit skulu møta saman við tykkara barni :)

KUNNINGARSKRIV september 


So eru vit væl og virðiliga komin í gongd aftur aftaná summarferiuna.
Vit hava fingið umleið 60 nýggj børn og saman við teimum 53 2.flokksbørnunum, eru vit nú 113 børn íalt :)
Tær fyrst vikurnar hava vit brúkt til at koma at kenna hvønn annan og tey nýggju børnini skulu sjálvandi eisini koma at kenna húsið. 
Sum nakað nýtt hava vit avgjørt at kafé'in bjóðar breyð hvønn dag. Børnini eru ofta sera svong eftir ein langan aktivan dag og "uden mad og drikke, duer helten ikke". Afturat breyðinum, bjóða sjálvandi eisini frukt hvønn dag.

Kontaktpersónar

Hvørt barn hevur ein kontaktpersón. tað hongur ein listi hjá Sivarinum. Hava tit nakað at spyrja um viðvíkandi barninum, eru tit vælkomin at spyrja kontaktpersónin. Tit eru sjálvandi eisini altíð vælkomin at tosa við onkran annan vaksnan.

Hvønn fríggjadag hava vit altíð okkurt serligt á skránni fyri alt húsið.

Fríggjadagar í sept:

04.09 Kunstterapi við Vivian Sjóklett
11.09 Sangløta
18.09 Postarenning
25.09 Bingo

BADMINTONHØLLIN
Av tí at vit bert hava pláss fyri at hava 87 børn í Snjallabjallu eru
vit so heppin at hava fingið badmintonhøllina eisini at húsast í. Vit hava innrættað okkum í tvey hølir í høllini og so hava vit atgongd til sjálva høllina tá ongin annar  ger brúk av henni. 
Badmintonhøllin er okkara aktiva verkstað. Vit rokast bæði inni og úti, so gott hevði verið um børnini høvdu skiftiklæðir, regnklæðir, svimjiklæðir og innandurðaklæðir við, tað vikuna tey eru har.
Flokkarnir eru uppá skift í høllini, 1 viku í senn. Tá títt barn skal í høllina fáa tit eitt sms fríggjadagin áðrenn. 
Tað eru seks flokkar í Snjallabjallu so 6. hvørja viku eigur títt barn. Tá barnið er í Badmintonhøllini, skal tað avheintast har. 
Telefonnr er 250358

Hava tit nakað at spyrja um ella er tað nakað tit undrast á, eru tit altíð vælkomin at tosa við okkum.

Í Snjallabjallu gera vit alt møguligt saman við børnunum
Snjallabjalla
Frítíðarskúli
Skúlavegur 1
FO-700 Klaksvík
Føroyar

Snjallabjalla: +298 258358
Garðalisa: +298 250358
Skákið: +298 258455
snjallabjalla@klaksvik.fo
©2015 Snjallabjalla