Snjallabjalla
  • Heim
  • Nýtt
  • Uppslagstalvan
  • Gerandisdagur
    • kunningarskriv
  • Um okkum
    • Starvsfólk
    • Námsfrøði
    • Leys størv
    • Búmerkið
  • Samband
  • Myndasavn

námsfrøði

BLÓMAN

Í Snjallabjallu arbeiða vit eftir menningarætlanum. Við íblástri frá Dannelses blómuni hjá Bent Madsen, brúka vit eina blómu sum eftirmetingaramboð fyri námsfrøðiligari praksis.  Tað gera vit á tann hátt, at vit gera eina blómu við seks bløðum. Í miðjuni seta vit eina mynd, ið vísir t.d  ein aktivitet, túr ella eitthvørt børnini eru hugtikin av og bløðini eru so tey seks menningarøkini. Tá blóman er liðug, síggja vit, um øll umráðini eru rokkin. Tað verður soleiðis, at tað verða 4 stórar blómur hongdar upp um árið, har starvsfólk fara saman og í felag fylla bløðini út. 
Picture
Persónligir førleikar: Sjálvsvirðing, sjálvsálit, sjálvskensla, seta mørk fyri sær sjálvum og øðrum, samanspæl, duga at síggja samanhang, sjálvhjálpni, skapanarevni

Sosialir førleikar: Samskifti, innlivan, tvístøður, spælireglur, vinir, samstarv, umsorgan, taka initiativ, siga frá

Málslig menning: Talumál, Kropsmál, úttala, andlitsbrøgd, Skilja hugtøk, seta orð á kenslur, seta orð á tað tú sær, at føra eina samtalu

Náttúrutilvitan: Árstíðir, djór, plantur, veðrið, sjógvur og vatn, umhvørvið

Kroppur og rørsla: grovrørslur, fínrørslur, kenna kroppin, sansir, kostur

Mentan og virðir: Føroysk mentan, onnur mentan, staðbundin mentan, sangir- rím og skjaldur, dans, sjónleik, tekna og mála, søgur og sagnir

Veist tú hví tað er  týdningarmikið at
børn spæla í Snjallubjallu?

Tí:
Í spæli mennir barnið hugflog og hugsan.
Børn spæla fyri at spæla, ikki fyri at læra nakað ávíst.
Men í spælinum læra tey at skapa søgur saman og
at handfara ymiskleikar og ósemjur. 

Veist tú hví tað er týdningarmikið at
børn luttaka í felags aktivitetum í Snjallubjallu?

Tí:
Børn mennast og læra saman við øðrum børnum
og vaksnum. Vinarbond eru týdningarmikil.
Sosialur felagsskapur og samtala gevur børnum royndir í
demokratiskum mannagongdum og í at loysa ósemjur.

Veist tú hví tað er týdningarmikið at
lesa hart, syngja og fortelja søgur í  Snjallubjallu?

Tí:
Tað styrkir málsligu menningina hjá børnum.
Børn læra at brúka málið til at greiða frá
kenslum, hugsanum og tørvi og eisini at samskifta
við onnur.

Veist tú hví tað týdningarmikið at
børn hoppa og dansa í Snjallubjallu?

Tí:
Barnið lærir verðina at kenna við at brúka sín
kropp og sínar sansir.
Motoriskt hegni styðjar sjálvsálitið, koncentrationsevnið
og kropsligu vælveruna.

Veist tú hví tað er týdningarmikið at
vit í Snjallubjallu fara túrar út í náttúruna?

Tí:
Náttúran bjóðar kroppi og kenslum av.
At vera úti í náttúruni styrkir forvitni hjá børnunum
og lærir børnini at taka ábyrgd fyri umhvørvinum.

Veist tú hví tað er týdningarmikið at
børn tekna og mála í Snjallubjallu?

Tí:
Soleiðis kunnu børn greiða frá tankum,
kenslum og seta spor í heiminum.
At uppliva list og mentan gevur børnum íblástur til
at menna teirra skapanarhug og evni til sjálvi
at skapa nakað nýtt.

 

 

 

Snjallabjalla
Frítíðarskúli
Skúlavegur 1
FO-700 Klaksvík
Føroyar

1. Flokstoymi: +298 258358
2. Flokstoymi: +298 250358
Skákið: +298 258455
snjallabjalla@klaksvik.fo
©2015 Snjallabjalla