Nýggjastu tíðindi
Gunnvá verdur í starvslæra hjá okkum í 6 vikur <3
Lesandi
1 mars byrjaï Bergfríð Joensen í starvslæru. Hon lesur námsfrøði á Læraraskúlanum :) Bergfríð verður hjá okkum í 6 vikur.
Lesandi
22 februar byrjaði Elsbet Klakstein í starvsvenjing hjá okkum. Hon gongur á Heilsuskúlanum í Suðri, har hon lesur til námsfrøðihjálpara. Elsbet verður hjá okkum til summarferiuna.
Nýggj hølir eftir summarfrítíðina
Eftir sumarfrítíðina verður eitt sindur av broyting í hølisviðurskiftunum hjá Snjallabjallu.
Vit hava seinasta árið húsast í Snjallabjallu, Badmintonhøllini, Bøgøtu og Skákinum, men nú verður hetta broytt.
Vit halda tó fram, sum vanligt, í Snjallabjallu og Skákinum, ímeðan Badmintonhøllin og Bøgøta, ikki longur verða karmur um frítíðarvirksemi hjá Snjallabjallu. Ístaðin flyta vit í hølini, norðanfyri fimleikarhallirnar, har framhaldsdeildin plagdi at halda til.
Nýggju karmarnir eru ikki navngivnir enn, men verður navnið úr føroysku floruni.
Meira kunning verður um hetta seinni.
Nýggj snjallabjallu'andlit ;)
Eitt sindur av broyting verður í starvsfólkabólkinum eftir summarfrítíðina.
Hervør Nolsøe, ið hevur verið burturfrá í nøkur ár, er nú sett aftur í Snjallabjallu, sum varaleiðari. Karina U. Eliassen, Nicolina Gregersen og Rúna N. Bjartalíð, eru nýggju andlitini í hópinum, og fara at starvast í Skákinum. Eisini gleðast vit um at Jana Skoradal, ið hevur verið í farloyvi, kemur aftur.
Hjartaliga vælkomnar allar 5 :)
Harafturat siga vit eisini farvæl til 3 kend andlit.
Julianna Waag, Tina Dalabrúgv og Amalia Lamhauge, leita nýggjar leiðir eftir summarfrítíðina.
Vit takka teimum fyri tíðina, og ynskja teimum alt tað besta :)

Nú eru Krebs eisini farin at ganga í frítíðarskúla ;) Í vár avgjørdu vit at víðka Snjallabjallu 'djóragarðin', og fingu okkum tvær krebs. Tað var ikki leingi til tann eina fann uppá at ríma úr akvarienum, sum var ordiliga keðiligt. Tí var tað serliga stuttligt tá vit, í summarferiuni, løgdu merki til at ungar, hóast alt, vóru komnir. Til vinstu síggjast 3 av teimum :) Síðani er mamman eisini rímd úr akvarienum, men heldigvís trívast teir 20 - 30 ungarnir stak væl :D |
So hava vit enn einaferð fingið nýggj húsdjór. Hesaferð hava vit fingið tveir nýggjar Axolotl'ar og tvær rækir/krebs :D Vælkomin tiiit ;) :D
Hygg hvat vit hava fingið!! ;)
Í Snjallabjallu rúma vit eitt sindur av hvørjum ;) Nýggjastu 'andlitini' í húsinum eru 3 Salamander, ið eita Rip, Rap og Rup (tey svørtu v/orange, á myndini) :D
Eisini eru tvær Axolotl'ir komnar fyri at verða, og eita tær Ása og Lotta (tær gráðu á myndini). Børnini halda tað verða sera stuttligt at fylgja við hesum serligu verum, og tey vaksnu eru ikki minni áhugaði ;) :D

Í Snjallabjallu gera vit alt møguligt saman við børnunum