Oktobur
Vika 42
Snjallabjalla:
Hesa vikuna hava vit seymað og prikkað taskur í seymiverkstaðnum. Hugskotini vóru nógv og fjølbroytt
Pjá í kafeini er rokan í fjørðuni
Garðalisa við 2. flokki
Fyri at skapa eitt sindur av ró, tá ið vit eta millummála, er kafein opin ímillum 14 og 15 og tað er ikki neyðugt at øll koma ísenn. Ert tú upptikin við onkrum inni á einum verkstaði ella ert tú til onkran ítrótt, so verður tú ikki avbrotin, men kanst gera tað liðugt í tú ert í fer við. Aftaná bert eina viku, sær tað út til at rigga sera væl.
Kaféin <3
Fríggjadagur! Í dag høvdu vit "fýra á rað" kapping. Tað gjørdist sera spennandi, í finaluni vóru Judit og Julian, men endina var at Julian vann. Hjartaliga tillukku <3
Vika 41
Í heystferiuni vóru øll børnini í Snjallabjallu. Stuttligt at vera saman við øðrum árgangi enn tann man er vanur við. Vit høvdu nakrar góðar dagar, bæði inni og úti.
Vika 40
Snjallabjalla og Garðalisa og Skákið til U21 landsdyst
Fyrsti U21 landsdystur við Djúpumýru og vit vóru við :) Føroyar spældu ímóti Norður Makedonia og tað endaði við einum flottum javnleiki
Snjallabjalla við 2. flokki
Vika 39
Snjallabjalla
Villiam teknar
Vit telgja og brenna rúnur í hálsbond
Eisini í Seym gera vit hálsbond við rúnum
Garðalisa
Farvur at mála vindeyguni við, tað er nokk so stuttligt
Tað góða veðri heldu framm
Onkur seymaði tasku til fartelefonina, onkur til blanda bomm og onkur annar til gávu til mammu
Skúmfidusar, men hesar kann man ikki eta, tíverri ;)
Ein túr við Olgu og Oliviu at geva dunnunum
Vit spæla bingo fyri fyrst fer við 1. flokki